Tey heitastu 10 árini

Tey seinastu 10 árini er tað heitasta 10 ára skeiðið, sum hevur verið, síðani tær skipaðu hitamátingarnar byrjaðu, og 13 av teimum seinastu 15 árunum eru tey heitastu, sum nakrantíð eru skrásett. Tað stendur í einari frágreiðing, sum heimsfelagsskapurin hjá veðurfrøðingunum, WMO, legði fram á veðurlagstoppfundinum, sum er í suðurafrikanska býnum Durban.

-Vísindin er álítandi og vísir greitt, at heimurin er vorðin heitari, og at hetta kemst av mannaávum, segði aðalskrivarin í WMO, Michel Jarraud, tá hann legði frágreiðingina fram. Hann legði afturat, at vit hava ongantíð havt so nógv vakstrarhúsgass í atmosferuni sum nú, og at vit fara at nærkast markinum, sum ger, at meðalhitin á jørðini fer at hækka millum 2,0 og 2,4 stig.

Mátingar vísa, at har norðuri í Russlandi var hitin umleið fýra stig oman fyri meðal í tíðarskeiðinum frá januar til oktober í ár, og í Finnlandi var summarið tað heitasta í 200 ár. Samstundis hevur ísklaðið kring Norðpólin ongantíð verið so tunt sum í ár.