Heimleys
Solby A. Eliasen
solby@mail.djh.dk
Sum støðan er í dag, er tað bara í Tórshavnar kommunu, at heimleys eru. Hetta merkir tó ikki, at tað bert er talan um havnafólk, tí tey heimleysu koma aðrastaðni frá til Havnar.
Vit síggja fólk allastaðni frá úr Klaksvík, Havn, Eysturoynni, Sandoynni og úr Suðuroy, sigur Niels Edvard Olsen, leiðari á herberginum.
Firouz Gaini, mannfrøðingur, metir, at tey, ið koma í eina ringa støðu úti á bygd, verða á ein ella annan hátt trýst út úr lokalsamfelagnum til býin.
Hinvegin kann tað verða, at tey koma til Havnar, tí tað er lættari at vera anonymur í einum størri býi, men tað upplagda er eisini, at herbergið í býnum er eitt tilboð til teirra, sum ikki finst aðrastaðni í landinum, vísir Firouz Gaini á.
Kommunal uppgáva
Stóra ivamálið viðvíkjandi teimum heimleysu í Føroyum, hevur verið ábyrgdarbýtið. Í álitinum um tey heimleysu, verður mælt til, at kommunan eigur at finna hóskandi bústað og aðra hjálp, meðan land og kommuna býta fíggingina ímillum sín. Í álitinum verður útgangsstøði tikið í Tórshavnar kommunu, tí tað er ein sannroynd, at í dag finst trupulleikin ikki aðrastaðni í landinum.
Prinsipielt er hetta ein lokalur trupulleiki, sum bara kann loysast lokalt. Tí er tað rímuligt, at kommunan tekur hond um tað. Leikluturin hjá landinum er so at vera við til at stuðla fíggjarliga, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, sigur, at sum støðan er í dag, letur Tórshavnar kommuna 1,2 mió. krónur til rúsevnismisnýtarar herundir heimleys. Hann óttast fyri, at hesin trupulleiki kann gerast ein landsuppgáva fyri Tórshavnar kommunu, og heldur hann ikki, at tað er rætt, at Tórshavnar kommuna skal rinda fyri heimleys, sum koma aðrastaðni frá.
Flytur ein heimleysur til Havnar, eiga pengar at fylgja við frá avvarðandi kommunu, soleiðis at Tórshavnar kommuna ikki fær eina landsuppgávu, sigur borgarstjórin í høvuðsstaðnum, sum sær fyri sær, at tá persónurin er fluttur, verður avroknað millum kommunurnar fyri útreiðslurnar av viðkomandi persóni.
Hetta heldur landsstýrismaðurin er ein praktiskur trupulleiki, sum átti at verið lættur at loyst.
At Tórshavnar kommuna ber útreiðslurnar, síggi eg sum ein lítlan praktiskan trupulleika, og tey heimleysu verða ongantíð ein landsuppgáva hjá Tórshavnar kommunu, tí landið hevur høvuðsfíggingina um hendi, slær Hans Pauli Strøm fast.