Átta tingmál er á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 9:30 í morgun.
Løgtingið hevur úr at gera í hesum døgum. Løgtingsfíggjarlógin fyri 2016 skal avgreiðast fyri jól, og tí samandi er ein órgrynna av fylgilógum, sum skulu viðgerðast.
Í morgun leggja tey fyri at við atkvøða um fyrispurning frá Kára P. Højgaard til Rigmor Dam, mentamálaráfrú, um trygdarskeið til manningar á fiskiskipum.
Síðani eru eykafíggjarlógir fyri november og oktober á skránni, veiðigjald á svartkjaft, havrannsóknarskip, almannaveitingar og løgtingslóg um familjuískoyti.
Skráin fyri tingfundin í dag sær soleiðis út:
Fríggjadagur, 27. november 2015, kl. 09:30
1. Atkvøðugreiðsla nr. 6/2015: Trygdarskeið til manningar á fiskiskipum
2. 3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 15/2015: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2015
3. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 10/2015: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2015
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 18/2015: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald á svartkjaft í 2015
Málið verður beint Vinnunevndina
5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 23/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bygging av nýggjum havrannsóknarskipi (Leingjan av gildistíð)
Málið verður beint í Vinnunevndina
6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 29/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
7. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 30/2015: Uppskot til løgtingslóg um familjuískoyti
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
8. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 33/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt skiftisregla)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
9. Framløga











