Hjá teimum, sum varða av hondbóltsfelagnum Kyndli er nokk at síggja til. Í morgin og sunnudagin skulu kvinnurnar hjá Kyndli royna seg í EHF Cup ímóti belgiska liðnum, Femina Vise, og næsta vikuskifti skipar felagið fyri stórum tónleikatiltaki.
Uni Arge, formaður viðgongur, at tað er strævið, men samstundis gevandi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna, tá Uni Arge, Malan Eyðunsdóttir og Jens Marni Hansen vitjaðu Rásarúmið fyrr í dag til eitt prát um stóra Musical Dance tiltakið, sum verður á skránni, leygarkvøldið 25. oktober.