Seinastu tíðina hava 14 fólk verið á skeiði í grundleggjandi leiðslu. Tað er eitt skeið, Skeiðsdepilin hevur skipað fyri. Skeiðsdepilin skipar fyri eftir- og víðariútbúgving fyri Glasir.
Undirvísararnir á Grundleggjandi leiðsluskeiðnum hava verið Margit Stórá og Heðin Poulsen.
Og tey, sum hava verið við á skeiðnum, hava verið sera væl nøgd, sigur Skeiðsdepilin í tíðindaskrivi í dag.
– Tey meta seg hava fingið nógv burturúr og eru sera glað um, at skeiðið varð hildið í Suðuroy.
Frá vinstru eru tey Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsdóttir, Lisbet Jacobsen, Eyð Eidesgaard, Bergljót B. Ludvig, Kari Petersen, Ólavur Bjarkhamar, Bjarni Karbech Kjeld, Bjarni Johansen, Margit Stórá, undirvísari, Marit Poulsdóttir og Heðin Poulsen, undirvísari. Jens Petur Brattalíð vantar á myndini.