Í er ein gleðisdagur í Fámjin, tí í dag hava fámjiningar tikið eitt risafet inn í framtíðina. Í dag hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, nevniliga lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera tunnil til Fámjins. Hetta er eitt uppskot, tey hava bíðað eftir í eini 30 ár - men nú kom tað so loksins.
Verkætlanin er mett at kosta 169 milliónir og tunnilin verður liðugur í 2023 ella í 2024. Fyrireikingar verða gjørdar í ár og næsta ár er ætlanin at arbeiða fyri 25 milliónir. Men serliga í 2022 er ordilig gongd á tí tá verða 83 milliónir settar av til endamálið og í 2023 verður hildið fram, tí tá verða 78 milliónir settar av til Fámjinstunnilin.
##med2##
Tunnilin verður umleið 1,2 kilometrar langur og 8,5 metrar breiður. Harumframt skal umleið ein kilometur av vegi gerast ørðavíkarmegin, og umleið 400 metrar av vegi skulu gerast fámjinsmegin. Men somuleiðis er ætlanin eisini at brúka grótið úr tunlinum til at breiðka núverandi veg við. Tað er óvist um tað røkkur til alt strekkið, men í hvussu so er verður tað soleiðis, at størsti parturin av Fámjinsvegnum verður tveysporaður, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at fjallið er ikki gott at bora tunnil í og so tað tók nakað av tí at finna røttu linjuføringina. Hon er nú funnin, men kortini skal tunnilin tryggjast betur enn aðrir slíkir tunlar.
Landsstýrismaðurin sigur eisini, at tað er klárt at bjóða tunnilin út. Hann sigur eisini, at tá ið hann verður liðugur, verður lættari og tryggari at ferðast til Fámjins og úr Fámjin og tað verður lættari og tryggari at búgva í Fámjin og arbeiða aðrastaðni.
– Verandi vegur liggur í 275 metra hædd har hann er hægst, men tunnilin liggur munandi lægri, ella í 160 metra hædd.