VB hevur verið við til at mynda oddin í kvinnuhondbólti seinastu árini. Síðsta kappingarár fekk VB silvur í lands- og steypakappingini, og í 2003 struku VB-kvinnurnar avstað við øllum og vunnu greipuna.
Men tað er rættiliga ivasamt, hvussu sterkt VB-liðið verður í ár. Longu nú er greitt, at Gurið Mortensen ikki verður at síggja í VB-búnanum. Hon er farin til Danmarkar, har hon lesur til fysioterapeut í Næstved. Hetta er ein stórur missur, tí at Guðrið Mortensen hevur verið ein av stuðulsspælarunum hjá VB farnu árini, og í fjør gjørdist hon nummar tvey í atkvøðugreiðsluni um at gerast ársins leikari.
Útlendingar í óvissu
Enn er óvist, hvussu verður við teimum trimum litavisku leikarunum, sum vóru í Vági seinasta kappingarár.
? Tær hava latið sínar umsóknir og øll neyðug pappír inn á donsku ambassaduna í Litava, og nú bíða vit eftir svari frá myndugleikunum, sigur Bogi Mortensen, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB.
Nú bíða tey í Vági spent eftir, um Innlendismálaráðið fer at viðmæla arbeiðsloyvum til hesar tríggjar leikararnar, og hvørja niðurstøðu danska útlendingastýrið fer at koma fram til.
Eingin ivi er um, at útlendsku leikararnir hava átt sera stóran lut í teimum góðu úrslitunum hjá VB undanfarnu árini, og tað er ein dyggur smeitur fyri kvinnuhondbóltin í Vági, um tær ikki fáa arbeiðsloyvi á hesum sinni.
Hava skund
Hondbóltskappingin fer av bakkastokki tann 10. oktober, og tí er VB farið at ótolnast eftir endaligum svari frá myndugleikunum.
? Tær kvinnurnar, sum eru í Vági, eru so smátt farnar at venja til komandi kappingarár, og teir litavisku leikararnir venja í heimlandinum. Men vit skulu helst hava liðið savnað til venjing nakað skjótt, um liðið skal bara vera samanspælt til kappingarbyrjan, sigur Bogi Mortensen.
? Vit vóna sjálvandi, at myndugleikarnir geva teimum arbeiðsloyvi, so at vit framhaldandi kunnu hava hondbólt á høgum støði her í Vági, leggur Bogi Mortensen afturat.
Útlendingar hækka støðið
VB fær mannað eitt kvinnulið til bestu deildina uttan styrk úr útlandinum, men tað verður ikki á sama støði sum í fjør.
? Tær útlendsku kvinnurnar hækka støðið í hondbóltinum, og tær draga hinar við sær, soleiðis at teir føroysku leikararnir mennast munandi, sigur Bogi Mortensen, og sipar til tey góðu úrslitini kvinnulandsliðið fekk í Challenge Cup í Italia.
Tær tríggjar litavisku kvinnurnar, sum eita Aukse Vysniaskaite, Daiva Tuomaite og Asta hava arbeitt í fiskivinnuni teir seks mánaðirnar, tær hava steðgað í Føroyum seinastu tvey árini.
Bogi Mortensen ber ikki ótta fyri, at tær taka arbeiði frá øðrum vágbingum, sum forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag hevur ført fram, nú málið um útlendska arbeiðsmegi hevur verið frammi í fjølmiðlunum.
? Talan er um tríggjar kvinnur, sum arbeiða her í Vági í seks mánaðir, og tað elvir ikki til tað stóra arbeiðsloysi, sigur Bogi Mortensen, og hann vísir eisini á, hvussu stóran týdning kvinnuliðið hjá VB hevur fyri felagslívið í Vági. Annaðhvørt vikuskiftið er ítróttarhøllin stúgvandi full av fólki, sum fylgja við kvinnuliðnum við stórum áhuga.