Tey halda at stuðulin skuldi verið hægri

Men tey gleðast um, at ferðavinnan nú fær hjálp

Vit gleðist um, at hjálp nú er á veg til ferðavinnuna. Tað siga tey í Ferðavinnufelagnum í eini viðmerking, nú landsstýrið fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um stuðul til ferðavinnuna, sum er rættiliga komin í trongstøðu av koronu.

Eftir uppskotinum skal hvør fyritøka, í mesta lagi, fáa 10 milliónir krónur í stuðuli, men tey í ferðavinnini vísa á, at hesin hjálparpakkin er longri í gildi enn hjálparpakkarnir, sum áður eru lætnir, eru. Tí halda tey, at stuðulin eigur at verða hækkaður upp í 14 milliónir.

Tey halda somuleiðis, at tað er órættvíst, at stuðulin, sum ávísar fyritøkur hava fingið í vetur tí tær noyddust at lata aftur, skal dragast frá hjálpini, tey fáa nú.

Hetta er ikki rímiligt, tí tann stuðulin var veittur, tí tað vóru myndugleikarnir, sum lótu hesar fyritøkurnar aftur, halda tey í Ferðavinnufelagnum.

Tey eru heldur ikki fegin um, at tað er eitt krav, at fær ein fyritøka yvir 120.000 krónur í stuðuli, skal uppgerðin, tey søkja um stuðul eftir, verða undirskrivað av grannskoðara. Ferðavinnufelagið mælir til, verður ein umsókn frá eini fyritøku, gingin á møti, skulu útreiðslurnar til grannskoðara at verða endurrindaðar.