Fimleikur
Longu meðan dómararnir sótu og tingaðust um, hvørjar karakterir teir skuldu geva monnum hjá Isle of Man, sóust landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Henrik Bertelsen, og starvsfelagi hansara av Jersey tosa við dómaraborðið.?
Meðan bíðað varð eftir úrslitinum, spurdu vit Henrik, hvat teir høvdu tosað við dómararnar um, og um talan var um ósemju av nøkrum slag.
- Vit vita ikki enn, um vit eru ósamdir, tí karakterirnir eru ikki komnir enn, men eg varð eitt sindur í íva, tá eg sá Isle of Man gera sína gólvseriu. Teir nýttu bert helvtina av tíðini, sum teir skuldu nýta. Eftir reglunum skal gólvserian vera millum 50 og 70 sekund, og eftir okkara tíðartakan var stytsta serian 25 sekund, so eg vildi bara tryggja mær, at hetta varð drigið frá.
Ov torført
Tað var tó serliga viðmerkingin, sum Henrik tá fekk frá dómaranum, sum veruliga gjørdi, at landsliðsvenjarin fekk varhugan av, at okkurt var galið.
- Áðrenn eg fekk sagt tað, sum eg hevði upp á hjartað, byrjaði dómarin at tosa um okkara seriu, og segði seg hava frádrigið okkum stig, tí talan var um ov nógvar torførar venjingar.
- Tað hugsaði eg sum so ikki um beinan vegin, men á veg yvir aftur stúrsaði eg brádliga við, og hugsaði hvat hetta var fyri nakað, og tí fór eg yvir at spyrja, hvørji skálkabrøgd teir nú høvdu funnið uppá.
- Nú mugu vit bíða og vita, hvat úrslitið verður, men skal metast eftir tí, sum fimleikararnir hava víst, so er púra greitt, at Føroyar eiga at vinna gull, segði Henrik Bertelsen í minuttunum undan, at endaliga úrslitið varð greitt.









