Tey gudleysu

Seinastu dagarnar er evnið um gudloysi vorðið meira aktuelt, enn tað kanska hevur verið áður.

Sjálvsagt vegna tað, at tey sum ikki trúgva á annað enn seg sjálvan og sítt egna vit og megi, um man so kann siga, hava stovnað serstakan felagsskap. Og tey hava sín fulla rætt til tað.

Tað at trúgva ella ikki trúgva á ein skapara, eina hægri makt, ella “at mangt er millum himmal og jørð”, er kanska út við líka gamalt sum menniskja. Tey mongu trúgva, at ting eru, sum ikki eru av hesum heimi, men úr einum øðrum heimi og úr eini aðrari dimensjón – himmalin og andaheimurin. Og tey fáu gera tað ikki.

Persónliga haldi eg, at tað skal ein “turkatrúgv” til at trúgva, at alt bara er komið av ongum. Helst størsti kristnilærarin nakrantíð – eftir Kristus sjálvan, Paulus ápostul, sigur, at skaparaverkið sjálvt vitnar um sín skapara. Og vit kundu lagt afturat, tann, sum ikki sær hetta er bæði blindur, deyvur og dølskur.

Eitt einasta dømi úr milliónum (og eg tími ikki at kjakast um hetta eina dømi seinni – hugsað bara um tað.) Blómur, sum eingi eygu hava, eru sum hava skap og lit av insektum, fyri at fáa hann-insektirnar av hesum slagnum at seta seg á seg og harvið føra dust millum blómurnar. Er hetta komið av tilvild? Hvussu kann hendan blóman, við ongum eygum og ongum heila, vita hvussu ein insekt sær út og enn meira skapa seg sjálva eftir henni? Og hetta er sum sagt bara eitt av ótalligum dømum. Jú, sanniliga, sjálvt tað minsta sindrið í skaparaverkinum vitnar um sín skapara. Sum eg segði: tað skal ein “turkatrúgv” til at trúgva, at alt bara er komið av ongum.

Nú nevndi mín góði vinur John Myllhamar í grein, at grundin til at fólk, sum áður hava verið kristin og sum venda trúnni bakið, helst gera hetta, tí tey hava verið heft at víttgangandi trúarbólkum. Nú kenni eg ikki persónliga nakran trúarbólk í Føroyum, sum lovar meira viðv. leking enn Jesus Kristus sjálvur lovar í sínum orði. Júst innan trúarbólkar har lekidómur verður boðaður í Jesu navni, skuldi verið minst grund fyri, at ein gjørdist ateistur. Sjálvt um ikki øll verða lekt, so verða altíð mong lekt og mangan á ófatiligan og undurfullan hátt. Tað havi eg sjálvur og mong við mær sæð mong dømi um. Og tað er jú ein váttan um, at Gud er! At onkur, sum ikki verður lektur, kann gerast beiskur er ein onnur søk. At ikki øll verða lekt, skuldi bara lært okkum eyðmýkt, tað eru ikki vit, men Gud sum ger verkið. Tó ferð eingin tómhentur og uttan troyst frá Jesusi. At mong verða lekt lærir okkum hinvegin, at Gud er við! Tí, sum mong søgdu á Jesu og á ápostlanna døgum: “hvør kann gera slík verk, um Gud ikki er við?” Ja, hvør kann biðja fyri menniskjum, og tey verða lekt, um Gud ikki er við?

Sigur ein, sum hevur sæð slíkar Guds vitnisburðar, seg vera ateist, av hvørji orsøk tað so er, so er hann ein lygnari, tí hann veit betur.

Eg skal geva teimum rætt, sum siga, at ein sannførdur ateistur ella gudloysingur er eingin vandi fyri kristnu trúnna. Tá ápostlarnir fóru út við gleðiboðskapinum var 100% av heiminum gudloysingar – við andans kraft og megi sigraðu teir. Og verkið heldur áfram tann dag í dag.

Ein sum er “kaldur” kann altíð verða sannførdur og gerast “heitur”, gevur Gud honum náði til tað. Jesus sigur, at tey, sum andin dregur, koma til hansara. Okkara uppgáva er at biðja, vitna og boða orðið, restin er upp til Gud, og tøkk fái Gud fyri tað. At sannføra hjørtuni dugir Hann nógvar ferð betur enn vit. Og tað er andans uppgáva: at sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. (Jóh. 16.8.)