Tað eru nógv fleiri pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum í dag enn fyri 10 árum síðani, men lutfalsliga stendur talið í stað. Tað sigur Sverri Egholm, formaður í Búskaparráðanum.
Hetta merkir, sigur hann, at tað í dag eru fleiri pensjónistar, ikki at fólk sum heild eru á arbeiðsmarknaðinum longri. Hetta má broytast, um fíggjarliga haldføri hjá landskassanum skal betrast.
Búskaparráðið skrivar í síni frágreiðing, at hóast ein pensjónsnýskipan er á veg, so verður hon væntandi ikki nokk. Størsta avbjóðingin er at fáa fólk at vera longri á arbeiðsmarknaðinum, so at arbeiðsfjøldin, sum rindar í landskassanum verður størri.
Sverri Egholm vitjaði Rás 2 í gjár, har Árni Gregersen setti honum nakrar spurningar um búskaparfrágreiðinina.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna.