Ingrid Jacobsen
Valevni Javnaðarfloksins
Vinnulívið blomstrar. Ítrótturin hevur góð kor at virka undir. Ábøtur og útbyggingar verða alsamt gjørdar á vegir og havnir.
Øki eru ´to, ið ikki hava góðar sømdir í kommununi. Hetta er serliga á eldraøkinum, barnaansingarøkinum og sosiala økinum sum heild, har skjotar og fjøltáttaðar ábøtur eru alneyðugar.
Í frálíka eldraálitinum, sum Tórshavnar kommuna í desember 1999 gav út, verða livikorini hjá eldru borgarunum gjølliga viðgjørd. Har verður m. a. víst á,
? at íbúðar- og røktartørvurin hjá teimum eldru og óhjálpnu als ikki eru nøktandi
? at brúk er fyri fleiri umlættingarplássum,
? at døgnrøktarskipan má setast á stovn,
? at fleiri dagtilhaldspláss mugu fáast til vega,
? at venjingarstovnur, har tey eldru og óhjálpnu kunnu fáa ókeypis tilboð um kropsliga uppvenjing hjá fysioterapeuti/ergoterapeuti, má stovnast?
Tórshavnar kommuna má raðfesta sosiala økið/eldraøkið nógv hægri enn gjørt hevur verið seinnu árini, og krevur hetta sjálvstagt, at játtanin til økið verður munandi økt.