»Tey góðu« taka frástøðu frá huldumanninum

Dulnevnda blaðið við politiskum útspillingum, sum varð sent í hvørt hús í Tórshavnar kommunum í vikuni hevur fingið lív aftur í orðaskiftið um kjakmentanina í Føroyum.

 

Hvat er tað, sum fær fólk at senda út dulnevndar útspillingar við postinum? Hví tora fólk ikki at leggja navn til slíkt? Og eru tað fólk í einum ávísum flokki, sum gera skitna arbeiðið, sum ikki tolir dagsins ljós?

 

Higartil hevur bara Fólkaflokkurin tikið frástøðu frá blaðnum.

 

– Útborna blaðið er eitt álop á okkara politisku umboð. Hóast politiskar ósemjur standa vit saman um eitt virðiligt og sømiligt valstríð, skrivar Annika Olsen, forkvinna í Havnar Framburðsfelag í almennari fráboðan.

 

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tann, sum stendur aftan fyri hetta blaðið eigur at koma fram, tí viðkomandi oyðileggur valdystin, heldur hann.

 

– Vinaliga gevið tykkum til kennar, sum hava sent eitt dulnevnt bræv til øll húski í kommununi. Hetta kann verða við til at oyðileggja ein »Fair Play« valdyst fyri okkum øll, sum stilla upp, skrivar hann.

 

Ruth Vang úr Framsókn er, eins og Annika Olsen og Kaj Leo Holm Johannesen, bólkað millum »tey góðu« í dulnevnda blaðnum. Tað dámar henni ikki:

 

– Kenni meg ikki sørt misnýttan av hesum dulnevnda blaðútgevaranum. Hetta er fyri mær definitiónin av skitnum valstríði. Eg veit ikki, hvør vinnur ella tapur av slíkum átaki, men fokus fer frá tí, sum valið snýr seg um; neniliga hvussu Tórshavnar kommuna skal stýrast komandi 4 árini. Vónandi megna vit at hugsavna okkum um politikkin komandi fáu dagarnar, skrivar Ruth Vang.

 

Hóast eingin enn hevur viðgingið at standa aftan fyri blaðið, so er ein ávísur persónur ofta nevndur – ein sum hevur runnið ørindi fyri ávísan politikara. In.fo hevur fleiri ferðir ringt til viðkomandi, men hann tekur ikki telefonina.

 

Avsendarin av blaðnum er týðuliga ikki nøgdur við tey, sum sita í býráðnum, tí »tey góðu« fólkini, sambært honum, sita als ikki í býráðnum. Hann hevur bólkað níggju av teimum, sum stilla upp, soleiðis:

 

Tey, ið umboða manglandi sosiala raðfesting og fíggjarligt óskil eru:

– Heðin Mortensen

– Helena Dam á Neystabø

 

Tey, ið umboða fíggjarligt skil og sosiala raðfesting eru:

– Annika Olsen

– Kaj Leo Holm Johannesen

– Jan Christiansen

– Beate L. Samuelsen

– Ruth Vang

– Leivur Hansen

– Boði Haraldson