Landsfelag Pensjónista sleppur ikki at hitta danska ráðharran í eldramálum, tá hon vitjar í Føroyum. Forkvinnan í felagnum, Beate L. Samuelsen, harmast stórliga.
Næstu dagarnar er Thyra Frank, danski ráðharrin í eldramálum, á vitjan í Føroyum, sum gestur hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen.
Á skránni er fundur við Kommunufelagið og vitjanir í úrvaldum kommunum, sum skulu geva ráðharranum innlit í føroyska eldraøkið.
Men ein partur følir seg útihýstan. Eingin fundur er settur á skrá millum Thyru Frank og Landsfelag Pensjónista.
- Tey, sum hava fyrireikað Føroyaferðina hjá danska ráðharranum, hava kanska ikki hildið tað verið nóg áhugavert hjá Thyru Frank, at hitt umboð fyri Landsfelag Pensjónista. Ella kanska hevur Almannamálaráðið bara gloymt Landsfelag Pensjónista, skrivar Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelagnum, og vísir á, at Landsfelagið hevur stungið út í kortið ein nýggjan eldrapolitikk.
Thyra Frank vitjar Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar kommunu, Vága kommunu og Sørvágs kommunu á ferð síni.
- Allastaðni fær hon høvi at síggja stovnar innan eldraøkið, eins og hon fær kunning um, hvussu tær ymisku kommunurnar skipa sín eldrapolitikk.
Danska ráðharramálaráðið innan eldraøkið varð sett á stovn eftir kravboðum frá danska flokkinum Liberal Alliance, sum gjørdist ein av samgongustjórnarflokkunum aftaná seinasta fólkatingsval saman við Vinstra og Konservativa Fólkaflokkinum.
- Vónandi eydnast tað okkum eina aðru ferð at greiða frá eldrapolitikki Landsfelag Pensjónista, tá danskur ráðharri við eldramálum kemur hendavegin, og tann nýggja pensjónsnýskipanin frá 1. januar 2020 er farin at virka, sigur Beate L. Samuelsen.