Tey gloymdu

Sirið Stenberg
-----
Tá ið psykiatriski depilin lat upp fyri góðum 40 árum síðan var hetta eitt nýbrot í føroyskari søgu. Endiliga kundu vit viðgera sjúklingar her heima, og fari var undir eina tilgongd at fáa sálarsjúk, sum vóru send av landinum heimaftur. Nú, yvir 40 ár seinni eru nøkur av hesum enn á psykiatriska deplinum. Tey hava ongantíð fingið nakað varandi bústaðatilboð, men hava búð á hospitalinum øll árini !!
Fái ilt av at hugsa um hvat hesi fólk hava fingið í boði. Hvussu ber tað til, at vit sum land hava bjóðað nøkrum av okkara borgarum slíkar umstøður ? Og hvar er menniskjaliga virðingin og virðingin fyri mannarættindunumum ?
Í fyrispurningi til landsstyrismannin 8 februar í ár fekk eg upplyst at tað búgva 18 fólk á psykiatriska deplinum, sum eru liðugt viðgjørd, men sum eru har vegna væntandi bústað. Allarhelst er eitt líknandi tal, ella hægri, eisini millum sálarsjúk fólk, sum búgva heima hjá familju.
So søguliga sæð hevur psykiatriin ikki verið raðfest nóg høgt í mun til tørvin.
Soleiðis er eisini enn í dag. Bíðilistarnir til barnaspykiatriina eru á einum ómenniskjaligum støðið. Økispsykiatriin er bert útbygd í einastøkum pørtum av landinum, so sjúklingar kring landið fáa ikki nøktandi uppfylging og viðgerð. Og umstøðurnar á psykiatriska deplinum eru ikki nútímansgjørdir samsvarandi nútíðar krøvum.
Nú er so ein verkætlan á borðinum. Fauntain House sum Sinnisbati og ergoterapeutar hava fyrireikað, men mangla fígging til. Uml 2,5 mill verður upplyst, at teimum tørva árliga til at fyriskipa eitt útslúsandi arbeiðsbúgvandi tilboð til 50 fólk. Hesi 50 fólk kundu fingið ein meiningsfullan gerandisdag aftána útskrivan og harvið fyribyrgt endurinnleggjan. Júst slík tilboð, sum vit altíð hava mangla og, sum leggja dent á fyribyrgjandi og rehabiliterandi partin av tí heildartilboði, sum vit hava mangla. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur víst á, at hann ikki eigur málsøkið og tí ikki hevur heimild at játta pening. Hann vísti til almannaráðharran sum eigur økið. Vónandi fær verkætlanin jaliga viðgerð har, tí hon er tiltrongd og neyðug.
Fyri alt í verðini má verkætlanin ikki enda í ongamannalandi, tí ongin kassi vil fíggja. Tað hava vit ikki ráð til, hvørki menniskjaliga ella fíggjarliga.Eitt seingjarpláss kostar upp í 3000 krónur dagliga, so átøk sum kunnu fyribyrgja innleggjan og betra um lívsgóðskuna mugu vera í áhuganum hjá øllum at fáa framt í verki.
Tað kann ikk vera rætt at ein verkætlan fyri 2,5 mill árliga til 50 fólk ikki kann sleppa í gongd, samstundis sum samgongan hevur samtykt 265 mill í skattalætta árliga !
Fountain House kann blíva eitt av teimum “missing-linkunum” føroyska psykiatriin hevur tørv á. Og har eru nógv onnur at fáa uppá pláss. Men allir bøti batir.
Psykiatriin hevur ikki altíð átt nakran góða, lat tað vera farið. Fortíðina fáa vit ikki gjørt so nógv við, men framtíðin er í okkara hondum