Tað ljóðaði fyri mær, sum um hetta vóru gleðilig tíðindi, ella ein sensatión. Jú, vit einum skannara kundu læknar kanna, um barnið hevði ein ávísan nakkafald. Um so var, bleiv tilboð givið um at gera ein fosturvatnsroynd, sum so endaliga kundi staðfesta, um tað veruliga var Downs syndrom. Barnið kundi so takast.
Við hesum blivu »bert« 5 børn við Downs syndrom fødd í Danmark um árið ístaðin fyri 60-70.
Annað floks menniskju?
Eg sat eftir við einari løgnari kenslu, tá eg hevði hoyrt tíðindini og hugsaði við mær sjálvari: Hvat mugu foreldur at børnum við Downs syndrom hugsa, hvat mugu tey sjálvi hugsa. Eru hetta »2. floks menniskjur«.
Eg eigi sjálv fimm sokallað vælskapt børn, og kann kanska ikki seta meg í stað teirra, sum eiga børn við breki, men eg veit bert, hvat tey sjálvi siga.
Vælskapt brek
Fyri nøkrum árum síðani kom fløga út, ið var nevnd vælskapt brek, har ljós bleiv sett á børn við viðføddum breki. Var sjálv á konsertini, ið bleiv hildin í Norðurlandahúsinum. Ein sera góð og rørandi konsert, har temaið var, hvørja gleði hesin bólkur av børnum ber sínum kæru og øðrum við.
Heiti vælskapt brek er eitt ógvuliga vælvalt og sigandi heiti.
Ein ríkt tjóð!
Í kvøld 25. januar 2004 sá eg sending í Sjónvarp Føroya um daglidagin hjá Jóannesi Jacobsen, við hansara arbeiði millum menningartarnað. Eg má siga, at tá eg sá M´as Blues Band spæla í Vestmanna skúla, tá rørdist mítt hjarta, og eg hugsaði. Vit eru rík sum samfelag, at eiga hendan vælsignaða bólkin av menniskjum, sum skapa slíka gleði rundan um seg har tey eru. Tøkk skal Jóannes hava, sum í síni frítíð ger hetta frálíka arbeiði fyri at gleða okkum øll. Man tað ikki verða, tí hann sjálvur er vorðin ríkari at vera saman við teimum?
Vit verða fátæk
uttan tey
Eg hugsi, um vit sum samfelag skulu sleppa okkum av við tann bólkin av menniskjum við Downs syndrom, hvør verður so tann næsti bólkurin?
Eru við blivin, sum Hitler í nazi tíðini har hann skuldi hava eina reina ariska rasu? Nei, eg spyrji bara. Eitt veit eg, at tá verða vit ógvuliga fátæk sum tjóð, og Gud
forbjóði, at so verður.
Tey gera okkum rík!
Zacharias Zachariasen, hevur yrkt ein sang um Brekaða barnið, har síðsta ørindi ljóðar:
Júst hetta lítla barn,
ið mikið brekað var,
mest gleði teimum vann
og størstu signing bar.
Og har, sum sorgin neit,
og royndin var so svár,
nú hoyrist takkarljóð,
og skyggja gleðitár.
Hetta er tað sum eg hoyri og síggi foreldur, avvarðandi og onnur sum hava við brekað og menningartarnað at gera siga.
Tí haldi eg, at vit sum samfelag heldur skuldi hjálpt teimum meir og givið teimum betri kor og sømdir, sum tað sømir seg einum ríkum samfelag, tí tey gera okkum rík.
Sjálv bleiv eg ríkari í kvøld!