Skráin fyri Mentanarvikuna byrjaði nú seinnapartin í dag. Nøkur tiltøk byrja klokkan 15, og tá varð eisini farið til gongu úr Elduvík til Oyndarfjarðar Mentanarvikan er sett, og tey fyrstu tiltøkini byrja nú klokkan 15.
Tveir gongutúrar eru á skránni í Mentanarvikuni, og tann fyrri byrjar nú klokkan 15. Tá verður gingið úr Elduvík til Oyndarfjarðar við Óla Simonsen sum ferðaleiðara.
Veðrið er gott, og tí verður hetta helst ein søguligur og minniligur túrur eftir gomlu gøtuni millum bygdirnar.
Klokkan 15 í dag letur framsýningin við tekningarlist upp í býráðshøllini, har systkini Dagny, Jógvan og Nicolina Kristiansen fara at sýna fram.
Klokkan 15 byrjar eisini søluframsýning í Gamla Handli, har Elin Lindenskov, Eva úr Dímun og Eydna Gaard fara at sýna fram ymiskt av tí, tær gera. Elin ger sápur og livandi ljós úr tálg, Eva hevur garvaði seyðaskinn, og Eydna ger prýðislutir úr hornum og kleyvum.
Brúðarframsýning verður í Orkis á Glyvrum, sum seymistovan Dreymar og Orkis skipa fyri. Uttanfyri Orkis kunnu keypast ?giga? pannukøkur og belgiskar vaflur.
Nú klokkan 15 letur eisini framsýningin um Norsku Løvu upp í Bygdasavninum Forna, og klokkan 16 byrjar NSÍ-framsýningin í Heiðahúsinum.
Framsýningin hjá NSÍ er í sambandi við, at felagið í ár er farið um tey fimmti árini.










