Gamlar gøtur
Síðsta hósdag vóru øll starvsfólkini í býráðshúsinum hjá Runavíkar kommunu úti og gingu eftir gomlu varðagøtuni úr Lamba til Rytuvíkar.
Runavíkar kommuna hevur syrgt fyri, at gøtan er merkt við skeltum og gøtupelum, har eingir varðar eru at ganga eftir. Gøtupelarnir vórðu settir upp á ferðini hósdagin.
Kommunan hevur eisini sett upp trý varðagøtuskeltir.
Eitt er niðri í Lamba (sí mynd). Túrurin er ætlaður fólki, sum ynskja at ganga ein langan og ein eitt sindur strævnaðari túr.
Eitt skelti er sett upp við vegin niðan á Hústoft. Hesin túrurin er ætlaður teimum, sum ikki ynskja at ganga so langt.
Síðan er eitt triðja skelti sett upp í Rytuvík. Hetta skeltið er ætlað teimum til kunningar, sum ganga túrin úr Rytuvík.
Runavíkar kommuna sigur, at varðagøtan, Lamba-Rytuvík, er eisini við í nýggja gongufaldaranum, "Færøerne til fods", sum Ferðaráð Føroya gav út í september í ár.
- Tískil mettu vit, at rætt var at seta hesa gøtuna í stand fyrst.
Umframt at varðagøtan millum Lamba og Rytuvík nú er sett í stand og lýst við skeltum og gongupelum, hevur Runavíkar kommuna eisini sett tilsamans sjey bygdaskeltir upp í ymisku bygdunum í kommununi. Øll skeltini eru á trimum málum og eru sostatt ætlaði bæði føroyingum og útlendingum, sum vitja í Runavíkar kommunu.
- Ætlanin er at halda fram við at seta upp skeltir til aðrar varðagøtur og onnur áhugaverd støð í kommununi.
Í Runavíkar kommunu siga tey, at skeltingin er liður í nýggju skeltisskipanini, sum Ferðaráð Føroya tók stig til í ár 2001.