Tey fyrstu viðgjørd fyri fiti

Á Landssjúkrahúsinum vórðu í seinastu viku tíggju fólk skurðviðgjørd fyri fiti. Sjúkrahúsið er byrjað at gera gastric bypass, sum skurðviðgerðin nevnist

Hópur av føroyingum hevur seinastu árini verið uttanlands og fingið gastic bypass ella gastic banding.
Summi hava fingið hesar viðgerðir fyri almenna rokning, onnur hava rindað sjálvi.
Tað almenna rindaði fyrst fyri nøkur at fáa viðgerðina í Noregi, men seinni vórðu fólk send á privatsjúkrahús í Danmark, avmarkað til 20 um árið.
Men nú fer eingin longur av landinum at fáa skurðviðgerð fyri ovurfiti, tí Landssjúkrahúsið hevur nú tikið á seg at gera hesar viðgerðir í Føroyum.
Í seinastu viku fingu tíggju fólk gastric bypass á Landssjúkrahúsinum, og hildið verður fram næsta ár, men nær tað verður, er ikki ásett enn.
- Tað gekk væl, sigur Eyðfinn Olsen, yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum.
Hann stendur fyri skurðviðgerðunum.
Eyðfinn Olsen, arbeiddi í fleiri ár sum yvirlækni í Danmark, men flutti til Føroya aftur í fjør.

Hjálp uttaneftir
Í sambandi við skurðviðgerðirnar vóru ein lækni og ein sjúkrarøktarfrøðingur frá Universitetssjúkrahúsinum í Århus á Landssjúkrahúsinum fyri at gera tað so trygt sum gjørligt, tí skurðviðgerðurnar eru sera torførar.
Men tá ið læknar og sjúkrasystrar á Landssjúkrahúsinum hava fingið nakrar fleiri royndir, verður ikki neyðugt við hjálp uttaneftir.
Eyðfinn Olsen sigur, at ongar ætlanir eru um at gera gastric banding á Landssjúkrahúsinum. Tað slagið av viðgerðum verður ikki gjørt longur í Norðurlondum, tí royndirnar eru ikki so góðar. Gastric banding er at binda eitt band um magasekkin, men tað er fleiri ferðir hent, at bandið er gliðið av.
Tað er ikki einhvør, sum kann fáa gastric bypass.
Eitt krav er, at BMI skal vera yvir 35, og tey skulu sjálv megna at tapa seg 8-10 prosent, millum annað tí livurin er størri hjá feitum fólkum.
Fólkini verða kannað fyri blóðtrýst, blóðsukur og annað.
Eyðfinn Olsen sigur, at fólkini verða kunnað væl og virðiliga um ætlaðu skurðviðgerðina, og tey fáa eisini at vita frammanundan, at viðgerðin fer at broyta teirra lív, at tey ikki kunnu eta tað sama sum áður. Hann hevur einki hoyrt um, at fólk eftir gastric bypass hava havt sálarligar trupulleikar.
Hann veit bara um fólk, sum hava verið væl nøgd.
Men tá ið fólk sjálv megna at tapa seg til dømis 10 kilo, hví kunnu tey so ikki halda fram at tveita kilo av sær?
- Tey hava øll somul so avgjørt roynt, men tey hava rent seg í tann trupulleika, at vektin hvørja ferð er komin upp á aftur.
Tey, sum hava verið undir skurði uppliva, at tað fyrsta árið aftaná minkar vektin, men so verður friður.
Tær fyrstu skurðviðgerðirnar í Føroyum tóku umleið hálvan annan tíma at gera, men tá ið tey eru komin meira á lagi, fer skurðviðgerðin ikki at taka meira enn ein tíma.
Tey tíggju fólkini, sum fingu gastric bypass á Landssjúkrahúsinum í seinastu viku, høvdu øll BMI oman fyri 40, og tey vigaðu 120-130 kilo.