Tey fyrstu elementini sett upp

Mikumorgunin fóru arbeiðsmenn hjá byggifelagnum MT Højgaard undir at seta tey fyrstu betongelementini upp. Prosjektleiðarin Jóannes Niclassen vónar, at verkfall ikki fer at órógva tíðarætlanina

Nýggi bygningurin hjá Føroya Tele skal standa innilokaður áðrenn veturin kemur. Í hesum døgum verða tey fyrstu elementini, sum komu til landið mánadagin, sett upp.
? Ætlanin er, at øll tann niðasta hæddin skal vera monterað og dekk lagt á í hesum umfarinum, sigur Jóannes Niclassen.
Hann sigur, at tað gongur við rúkandi ferð, at fáa bygningin settan upp. Elementini koma í heilum líki úr Hobro í Danmark. Við at nýta hendan háttin ístaðinfyri at stoypa her, spara tey nógva tíð.
Gólvið kom til landið við Claire í dag, og tað skuldi leggjast onkran av komandi døgunum.

Stúra fyri verkfalli
Í skrivandi løtu verður framvegis samráðst á Hotel Føroyum, og tí var ikki greitt, um arbeiðarafeløgini fóru í verkfall. Men hetta er sjálvandi nakað, sum byggifelagið hevur í huga.
? Tað hevði verið ómetaliga keðiligt, um øll okkara planlegging, sum vit hava lagt til rættis gjøgnum allan veturin, fór fyri skeyti vegna verkfall, sigur Jóannes Niclassen, men hann leggur afturat, at hetta eru viðurskifti, sum hann ikki kann ávirka, og tí nyttar lítið at hugsa ov nógv um hetta.
Teir arbeiða ógvuliga detaljerað og planleggja allatíðina, hvussu byggingin skal fara fram, og tann planleggingin fer fyri bakka, um verkfallið gerst veruleiki.
Bygningurin kostar tilsamans 93 milliónir krónur og skal vera liðugur í oktober 2004. Talan er um tríggjar hæddir, sum telja 6606 fermetrar.
Til ber at fylgja gongdini á einum vevkamera, sum liggur inni á www.olivant.fo.