Nú hava tey fyrstu lokið diplomútbúgving í Leiðslu í Føroyum, og fríggjadagin fingu tey prógvini handað. Skeiðsdepilin hevur staðið fyri útbúgvingini og tey, sum fingu prógv, eru leiðarar í sínum dagliga yrki, bæði í privatum virkjum og á almennum stovnum.
Tey 11, su fingu prógv, eru hesi. Aftara rað frá vinstru: Ingun Eiriksdóttir, Eydna á Rógvu Simonsen, Súsanna Rasmussen, Halldis Joensen, Kristbjørg K. Petersen, Ove Heinesen og Jóngerð Guttesen.
Fremra rað frá vinstru: Eyðfríð Lisberg Jacobsen, Jóhan á Mýrini, Hermann Mortensen og Gudna á Rógvu Joensen.