Tey fyrstu 10 klár til finaluna

Danski stórfavoritturin til at vinna altjóða Eurovisiónkappingina leygarkvøldið, Emmelie de Forest, er nú klár til finaluna, eftir at hon var millum tey 10, sum vunnu seg víðari í fyrru undankappingini í Malmø í kvøld.

 

– Eg havi ongantíð verið so fegin. Eg er ógvuliga, ógvuliga glað, segði 20 ára gamla songkvinnan við Ekstrabladet.dk í Malmø í kvøld.

 

Hóast bæði fjepparar og bookmakarar halda hana hava bestu kortini at vinna Eurovisiónina 2013, so lætnaði tað kortini fyri henni, tá Danmark varð rópt upp sum finalistur í Malmø Arena.

 

Slovenia, sum hevði sent boð eftir Lindu Andrews sum gestasangara, slapp ikki víðari og er farið úr kappingini.

 

Tey 10 londini, sum í kvøld vunnu seg víðari í endaumfarið leygarkvøldið eru:

 

Moldova?

Litavia

Írland

Estland

Hvítarussland

Danmark

?Russland

Belgia

Ukraina

Holland

 

Hóskvøldið skulu aðrir 10 finalistar finnast, meðan Svøríki sum vertsland eins og Ongland, Frankaríki, Týskaland, Spania og Italia eru beinleiðis kvalifiserað til finaluna leygarkvøldið.

 

Danska Emmelie skal syngja í seinna hálvu av finalushowinum.