Nógv tónleikanøvn hava framført á G! festivalinum seinastu árini. Festivalurin hevur givið umstøður og pall til bólkar – kendar sum ókendar, men vegna vánaliga fíggjarstýring, fór G!festivalurin av heysum í fjør. Í ár geva tónleikararnir aftur, og fleiri enn 30 bólkar spæla tí ókeypis, tá teir fara á pall á tvíburðafestivalin, G! Mini, í vikuskiftinum.
Guðrið Hansdóttir, hví fert tú ókeypis á pall á G! Mini?
Eg spæli fyri at framføra nýggju løgini hjá mær. Eg framføri, tí at mær dámar væl, og tað er eitt feitt tiltak. Sjálvandi stuðlar mann eisini samstundis.
Pætur Magnussen, hví fert tú ókeypis á pall á G! Mini?
Tað er tí, at G! Festivalurin er vorðin ein partur av føroyska tónleikalívinum, og eg haldi, at vit tónleikarir kunnu vera samd um, at vit vilja ikki lata hetta fara afturum. Tað er ein sterkari tónleikaandi aftan fyri G! enn aftan fyri øðrum tónleikatiltøkum.
Lena Andersen, hví fert tú ókeypis á pall á G! Mini?
Vit gera tað hesuferð fyri at stuðla G! Festivalinum at hjálpa seg í gongd aftur. Nú fari eg ikki persónliga at redda festivalinum, men eg haldi, at hetta er ein góð sak, og so er tað kul at gera tað. Tað er ein visión aftan fyri tiltakið, og tað er synd, um tiltakið ikki sleppur at blomstra víðari.
Tvíburðar
G! Mini eitur ikki bara G! Mini, tí at festivalurin er minni enn seinast. Skrivar tú G! Mini, akkurát sum tú úttalar tað, fært tú eitt orð, sum sær soleiðis út: Gemini. Gemini eitur stjørniteknið, ið vit á føroyskum kalla: tvíburðarnir. G! Mini er jú onkursvegna tvíburður hjá G! Festivalinum.
Vígdis Hentze á G! Mini
Vígdis Hentze vann í donsku dansikappingina >>Kan du danse?<< í 2006, og í vikuskiftinum dansar hon saman við tveimum gentum í Grundini í Gøtu. Tær fara at dansa ymisk sløg av dansi til elektroniskan tónleik, sigur Sunneva Háberg Eysturstein, ið skipar fyri Grundini á G! Mini saman við Undirbeat.









