Tey forsømdu

Jónas Johnsson
Valevni Sjálvstýrisfloksins

Vit skulu stuðla teimum, ið vilja vera um síni, tá støðan krevur tað. Góð heimarøkt er alneyðug. Men bert at fáa tann liggjandi upp at sita, eta, og so er liðugt, er alt ov lítið fyri fleiri. Tey stirvna óneyðugt. Og rørsluliga órøktin verður ein ónd rás, sum so aftur niðurpínir og krevur meira seinni! Hetta skal ikki lastast heilsuhjálparunum, sum gera eitt megnar arbeiði, men teirra tíð verður avsett við minuttum.
Mítt hjartamál er, at fyribyrgjandi-, røktandi- og afturvinnandi førleikahjálp verður verksett til tey óhjálpnu heima. Hesi ringast forsømdu, ið ikki klára nakað sjálv. Stovnur til uppvenjingar uttanfyri sjúkrahús, til tey frægari stillaðu, ynskist sjálvandi eisini. Hann eigur kommuna okkara at gera skjótast.
Tað skal verða eitt tilboð til øll, alt eftir teirra førleika, og áðrenn støðan versnar so nógv, at ikki vendist aftur. At hetta treingir til í ólukkumát, tað kenni eg til frá mínum arbeiði. Fysioterapeutisk- og onnur uppvenjing í heimunum er sera illa stødd sammett við grannatjóðirnar.
Hesum vil eg sjálvandi arbeiða fyri við lív og sál, men ávirkanin er lítil og ongin uttan fyri býráðið. Eru tað ikki onnur, ið eisini vilja styðja hesum? Sigið tað so við atkvøðuni tann 9.!
Ætlanin er at leggja eldraøkið út. Men tað er áðrenn eldraøkið er lagt út, at vit skulu tryggja, at broytingin gevur batar. Tey eldru fylla mest millum tey forsømdu. Landsstýrið skal áhaldandi minnast á at lógartryggja, at ongin frá tí minstu kommununi til Tórshavnar Kommunu, verður við sviðið soð.
Men bert at vóna, at alt skal verða betur, er ikki nokk. Tað er óvanliga góðtrúgvin persónur, sum velur sama persón og flokk aftur, sum í býráði próvfast ikki megnaði nakað fyri hettar nógv forsømda øki.
Vel tú heldur títt umboð úr Sjálvstýrisflokkinum. Vit vilja í verki hjálpa okkara forsømdu. Og síðani er tað so nógv annað gott, sum vit eisini vilja, men tað er ongin orsøk at yvirbjóða.
Gott val øll somul og setið tí krossin við D