Bergtóra Høgnadóttir Joensen
-------
Hitti aftur fleiri teirra um jólini. Glaðar, fevnandi søgdu tær mær um lív sítt uttanlands. Góðar útbúgvingar, góð størv, góðan gerandisdag. Børnini trivust og tær við.....Ja, eg tosi sjálvsagt um støku uppihaldararnar, sum hava valt at seta búgv aðrastaðni enn her, tí tær ikki fingu endarnar at røkka saman her.
Fá hagtøl eru sum vísa, hvussu føroyskar famljur liva. Men Jólahjálpin sum veitti familjum, sum vóru illa fyri fíggjarligan stuðul til jólar segði, at tað serliga vóru støku uppihaldararnir sum vóru illa fyri fíggjarliga.
Fleiri verða stakir uppihaldarar
Tá vit hava tosað um stakar uppihaldarar á tingi, tykjast nakrir at halda, at um vit geva teimum ov góð kor í Føroyum eggja vit familjum til at fara hvør til sítt!!! Kenni meg púra sannførda um, at tað ikki er eitt lutvíst frípláss ella 500 kr til hvørt barnið, sum fær eitt par at fara hvør til sítt.
Virkin familjupolitikkur
Vit kunnu gera nógv fyri at bøta um støðuna, hjá støkum uppihaldarum og familjum sum annars eru í fíggjarligari trongstøðu. Nakrar ábøtur eru lutfalsliga lættar at gera:
• Broyta skattalógina við at taka burtur, at eyka barnapengar verða skrásettir sum inntøka hjá barninum – við verandi skipan eru børnini hjá støku uppihaldarunum verri fyri fíggjarliga enn hini. Tí hon ger, at hesi børn skulu gjalda skatt fyrr enn hini. Má gera vart við, at tað sama ger seg galdandi fyri tey børn sum eru móður -ella faðirleys og í tí sambandi fáa pensjónsútgjald.
• Betri bústaðarmøguleikar – lestrar -og lutaíbúðir
• Hækka hámarkið fyri lutvísum fríplássi – vøggustova, barnagarður og frítiðarskúli.
Hava ikki ráð at missa tykkum
Dýrar broytingar at fremja? Dýrari er at missa hesar familjurnar fyri altíð. Tá tey finna sær maka uttanlands ella børnini eru vorðin hálvvaksin, koma tær heilt vist ikki heimaftur. Sum er, eru longu 2000 færri kvinnur enn menn her – okkum tørvar tykkum og børn tykkara. Vend má koma í.