Tey flyta ongan leik

Undir heimsins súlnagangi
sita fjónað enn í meingi
tey, ið verða kallað veik;
ongan leik í lívsins talvi
flyta tey av egnum alvi,
hvør vil flyta teirra leik.

Helena Samuelsen


Hetta ørindi hjá Steingrími Nicl­a­sen til Javna í 1976 rann mær í huga í hesum verk­falsdøgum.

Vit, sum eru so mikið gom­ul, minnast broytingina frá lækn­aligari forsorg til ped­ag­ogiska forsorg, sum var satt frambrot fyri sálarliga menn­ing­ar­tarnað fólk. Vón­ir­nar vóru eisini stórar. Nógv hendi til tað betra. Men vón­brot hava eisini verið á leið­ini.

Starvsfólk fingu fyrr út­búgv­ing sum “om­sorgs­ass­i­stent”. Útbúgvingin gav før­leika at menna sálarliga menn­ing­ar­tarnað fólk og eis­ini at geva góða umsorgan. So kom pedagogútbúgvingin, sum nú eisini er ein bachelor út­búgv­ing.

Hetta er at fegn­ast um. Men hvat við um­sorganini?

Nú pedagogfelagið hevur ver­ið í verkfalli, hava vit mest hoyrt um støðuna í barn­a­gørðum og um skúlabørn, sum ikki sleppa í skúla, og vit lesa og hoyra um tiltøk við sangi, spæli og dansi og hugn­­aløtur við køkum og kaffi, men lítið hevur ver­ið frammi í miðlunum, hvussu verk­fallið rakar tey sál­ar­liga menn­ing­ar­tarn­aðu, sum eru bundin av hjálp frá øðrum bæði dag og nátt. Hetta eru ikki bara tey í barna­garðsaldri, men til­komin og eldri fólk, fleiri teirra seingjarliggjandi, og tey fáa ikki so frægt sum ein vat­ns­opa, uttan onkur gev­ur teim­um at drekka. Eg sakni á­huga fyri hesum øki­num. Undir verkfallinum hava nakrir stovnar fingið und­an­taks­loyvi, so fólk hava verið til ar­beiðis, men nú verða hesi loyvi tikin aftur. At siga, at fólk í tæn­ast­u­manna­starvi kunnu koma til arbeiðis fyri tey, sum nú fara til hús, vísir lítið forstáilsi og lítla virðing fyri búfólkunum, sum tey flestu eingi orð eiga. Skulu onnur fólk koma inn, mugu tey kenna búfólkini, teirra atburð og kropsmál og mann­a­gongd­irnar í teirra heimi.

Sjálv eri eg ikki partur av verk­falli­num, men onkurs­vegna verða vit og okkara hjálp­ar­leysa dóttir drigin upp­í. Eg síggi tað soleiðis, at ó­bót­a­lig­ur vandi er á veg í heim­i­num hjá dóttrini. Vón­andi kunnu fólk við mynd­ug­leika, viti og skili koma teimum ómælandi og hjálp­ar­leysum til hjálpar.