Tey flestu vóru føroyskir gestir

Men talið á ferðafólki úr øðrum londum, er eisini nógv vaksið – men bygdirnar fáa lítið burtur av

Februar mánaður er vanliga ein tann slakasti mánaðurin hjá gistingarhúsunum kring landið, og februar í ár var einki undantak. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í februar í ár vóru 9.010 gistinætur á gistingarhúsunum kring landið og tað er 21 prosent meiri enn í februar í fjør.

 

Gistinætur vísa, hvussu nógv fólk gista, og hvussu leingi tey gista. Gista 10 fólk í tríggjar nætur, eru hetta 30 gistinætur. Hagstovan sigur, at í februar í ár vórðu góð 31 prosent av kømrunum á gistihúsunum brúkt, og í februar í fjør vóru tað 24 prosent.

 

Men tað skerst ikki burtur, at tað eru hotellini í Havn, sum fara við øllum, tí í februar í ár vóru 94 prosent av gistingunum á hotellunum í Havn.

 

Hagstovan sigur eisini, at tey flestu, ella 58 prosent, av teimum, sum gistu á gistingarhúsunum  í februar í ár, vóru føroyingar og tað er umleið tað sama, sum í februar í fjør. Tá ið talið kortini er vaksið í ár, er tað tí at talið á útlendingum, sum hava verið á gistingarhúsunum, er nógv hækkað.

 

Teir flestu útlendingarnir eru danskarar og í februar í ár høvdu danskarar 1.954 gistinætur á gistingarhúsunum kring landið og tað eru 66 prosent meiri enn í februar í fjør. Aðrir útlendingar høvdu 1.852 gistinætur á gistingarhúsunum í februar í ár, og tað eru heili 88 prosent meiri enn í sama mánað í fjør.