Tey flestu vilja lesa til lækna

Læknavísindi eru best umtókta útbúgvingin á kvotu 2 í Danmark í ár

Læknavísindin ella medisin er tann útbúgvingin í Danmark, sum hevur flest umsøkjarar gjøgnum kvotu 2. Tað vísa tøl frá danska útbúgvingar- og granskingarmálaráðnum

Freistin at søkja inn á hægri danskar lærustovnar gjøgnum kvotu 2 fór í dag.

Seinastu fýra árini hevur námsfrøðingur annars verið best umtókta útbúgving hjá teimum, sum søkja inn á danskar lærustovnar gjøgnum kvotu 2, men nú hevur medisin yvirhálað pedagog-útbúgvingina.

Av bachelor-útbúgvingunum eru tað samfelagsfrøðiligu útbúgvingarnar, sum fáa flest umsøkjarar gjøgnum kvotu 2.

Talið av teimum, sum søktu inn gjøgnum kvotu 2 í ár, er annars metstórt – 60.718. Talið í fjør setti eisini met. Tá søktu 57.432 fólk inn. Hækkingin í ár er sostatt 3.286 umsóknir, sum svarar til seks prosent.

- Støðan við koronu hevur merkt, at nógvir umsøkjarar hava fingið avbjóðingar, tá teir skuldu søkja gjøgnum kvotu 2. Tað er ikki ein løtt støða. Hinvegin eiga vit at hava í huga, at nógvir umsøkjarar eru í somu støðu. Seinasta árið hevur tað verið truplari at fara á háskúla, flyta uttanlands í eina tíð ella fáa eitt viðkomandi arbeiði, sigur útbúgvingar- og granskingarmálaráðharrin Ane Halsboe-Jørgensen á heimasíðuni hjá ráðnum.

Freistin at søkja inn gjøgnum kvotu 1 er 5. juli. Allir umsøkjarar fáa svar 28. juli.