Í gjáramorgunin mistu øll norðanfyri tunlarnar Norður um Fjall alt samskifti, og sostatt var einki samband ígjøgnum fartelefon, fastnet - telefon ella internet í Árnafirði, Norðdepli, Hvannasundi, Viðareiði, Svínoy og í Fugloy. Eisini radiosambandið var slitið.
Talan var um ein kaðal, sum var slitnaður beint innan fyri tunnilsmunnan í Árnafjarðartunlinum, Klaksvíksmegin, og í sambandið við umvælingina var tað neyðugt at steingja tunlarnar.
Í hesum sambandi vóru tunlarnir stongdir í næstan tríggjar tímar, frá klokkan 16 til klokkan var næstan 19 í gjárkvøldið.
Løgreglan sigur, at tað elvdi teimum til rættiliga nógv arbeiði, tí av tí at kaðalin var slitin, virkaðu bummarnir hjá Landsverki heldur ikki, so løgreglubilar máttu setast tvørt fyri á vegnum.
Løgreglan sigur, at sostatt vóru tað heilt nógv fólk, sum ikki sluppu ígjøgnum tunlarnar, tá ið tey ætlaðu, men tey allarflestu tóku tað bara heilt pent. Fólk vóru irriterað, men góðtóku støðuna, men tað vóru eisini nøkur, sum vóru rættililiga ónøgd.
Eitt, tey vóru ónøgd við, var kunningin – men møguleikarnir at kunna fólk vóru rættiliga avmarkaðir tí alt samskifti var slitið, sigur løgreglan.
Tey hava eisini gjørt sær nakrar tankar um, hví kaðalin slitnaði. Metingin er, at hann er slitnaður í sambandi við kavagrevstur hjá Landsverki. Í sambandi við at kavin er gravaður av vegnum, hevur skuffan á maskinuni grivið seg niður í vegin og hevur kvett kaðalin av.
Løgreglan sigur, at annars var friðarligt. Í gjár trolaði løgreglan alla Streymoynna, Eysturoynna og Norðoyggjar ígøgnum fyri at kanna ferðsluna og í tí sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Og Aftur í nátt var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning.