Tey flestu leitaðu eftir Peter Madsen

Peter Madsen er persónurin, sum danir hava leitað mest eftir á Google í 2017. Tað vísa tøl, sum Google almannakunngjørdi í gjár.

Tað er danski uppfinnarin, Peter Madsen, sum hevur verið orsøkin til størstu yvirskriftirnar í donskum miðlum síðan august í ár, tá málið um kavbátin Nautilus og svensku tíðindakvinnuna Kim Wall byrjaði. Hann er eisini persónurin, sum danir hava leitað mest eftir á Google í 2017.

 

Hetta vísa tøl, sum Google almannakunngjørdi í gjár.

 

Peter Madsen situr framvegis varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri drápið av ungu, svensku kvinnuni. Umframt skuldsetingina um dráp, er kendi danin skuldsettur fyri at hava stykkjað sundur líkið av Kim Wall, sum hann síðan kastaði í havið. Skuldsetingin fevnir eisini um aðra kynsliga samveru enn samlegu.

 

Seinni hevur Peter Madsen viðgingið, at hann hevur limað líkið av Kim Wall sundur, men hann sýtir framvegis fyri at hava dripið kvinnuna. Sambært tølum hjá Google, liggur navnið Kim Wall á øðrum plássi yvir útlendskar persónar, sum danir hava leitað mest eftir á Google í 2017.