Tey flestu eru vælnøgd og glað

Tað er ikki nakar serligur munur á konufólki og á mannfólki

Nógv av teimum eldru í Havn liva væl og hava tað gott, bæði kropsliga og sálarliga. Tað vísir ein kanning, Gallup hevur gjørt fyri Eldrafelagið í Havn.

 

Kanningin varð gjørd í fjør. Hon fevnir um tey 60 til 75 ára gomlu, og í morgun varð hon løgd fram fyri almenningin.

 

Og eitt av úrslitunum er, at sum heilda halda tey, at tey liva væl, bæði kropsliga og sálarliga.

 

Ein góður triðingur, ella 35 prosent av teimum halda seg liva heilt væl og geva sær sjálvum sjey stig, sum er fult stigatal á einum heilsustiga.

 

Hini 65 prosentini geva sær sjálvum færri stig, men í miðal geva tey sær 5,7 stig av í mesta lagi sjey stigum.

 

Í meðal eru tey sostatt nøgd við sína heilsustøðu, tó at summi kundu hugsa sær at havt tað betri.

 

Men sum heild halda tey seg hava tað betri sálarliga, enn tey hava tað kropsliga. Meiri enn helvtin av teimum, ella 51 prosent, halda seg liva í fullkomnari, sálarligari javnvág, og hjá hinum 49 prosentunum er tað okkurt smávegis, sum haltar. Men í miðal geva tey síni sálarligu heilsu 6,3 stig á einum stiga við sjey stigum.

 

Eitt sindur verri sær út við sosialu heilsuni, har geva 47 prosent sær fult stigatal, og í miðal geva tey sær sjálvum yvir seks.

 

Sostatt er niðurstøðan, at sum heild hava tey eldru í Tórshavnar Kommunu, tey ímillum 60 og 75 ár, tað gott og tað sær ikki út til at vera nakar serligur munur á kynunum ella á aldrinum.