Tey flestu av okkum fingu ein stóran hvøkk

Nú ein føroyskur prestur er útvístur úr Turkalandi fyri lívið, skal løgmaður greiða Løgtinginum frá, hvat hann ætlar sær at gera við málið

Tey flestu av okkum fingu óivað ein stóran hvøkk, tá ið tað frættist at føroyski presturin, Silas Olofson, varð handtikin í Turkalandi, har hann var sálarliga píndur og síðani vístur úr landinum fyri lívið.

 

Føroyski fólkatingsmaðurin, Magni Arge, hevur tikið málið upp við donsku stjørnina, men nú vil Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, eisini hava at vita, hvat føroyskir myndugleikar sjálvir ætla at gera við hetta.

 

Og tískil hevur hann nú spurt Aksel V. Johannesen, løgmann, hvat hann ætlar at gera við hetta.

 

Aksel V. Johannesen skal eisini greiða frá, hvørja ávirkan hetta fer at fáa á ætlanirnar hjá landsstýrinum at fáa fríhandil við Turkaland og ódemokratiska stýri tess, sum Jenis av Rana málber seg.

 

Hann heldur, at viðferðin, Silas Olofson fekk, er lítið afturímóti teirri viðferð, turkiski leiðarin gevur sínum egna fólki.

 

Hann staðfestir samstundis, at tað er stutt síðani, at Løgtingið skúgvaði ávaringarnar frá mannarættindafelagsskapum til viks, og samtykti næstan einmælt at knýta tættari bond við Turkaland.

 

– Ávaringarnar um óhoyrd og ógvuslig brot á grundleggjandi mannarættindi søgdu tó frá lítlum um samanborið verður við tey brot, ið hend eru seinni, og serliga eftir tað kvett, ið mong meta at stjórnarleiðari Turkalands sjálvur stóð aftanfyri, sigur Jenis av Rana.

 

Hann vísir á, at tey í Miðflokkinum ávaraðu staðiliga móti at vísa turkiska leiðaranum álit við at biðja um nærri samband, men tað vsr til fánýtis.

 

Men hann heldur, at tað er ein spurningur málið við Silas Olofson ikki er eitt sjálvsagt høvi hjá landsstýrinum broyta kós og samstarva við tjóðir, sum taka frástøðu frá stjórnini í Turkalandi, sum so púra opið kúgar sítt egna fólk -umframt at leggjast á okkara, sum hann tekur til.