Tey flýggja undan Frey

Túsundtals amerikanarar eru flýddir undan tropisku ódnini Frey, sum ætlandi ber við land við land í kvøld

Frey hevur kravt minst trý mannalív, síðani ódnin byrjaði sum ein tropiskur stormur við vindi og gloprarregni í Dominikanska Lýðveldinumn seinasta fríggjadag. Í dag hevur Frey herjað Kuba, men teir amerikonsku veðurmenninir hava ávarað um, at Frey fer at menna seg í dag og verður til eina tropiska ódn, áðrenn hon ber við land í USA í kvøld.

 

Sambært Nationale Hurricane Center, sum heldur til í Miami, kemur Frey inn yvir land eystarlaga við Meksikanska Flógvan og í Florida. Tað hevur fingið myndugleikarnar í Florida at biðja fólk í Key West, sum er ytst í Florida, leita sær skjól inni á landi, og í gjár vóru túsundtals bilar á veg haðani.

 

Borgarstjórin í Key West, Morgan McPherson, sigur við CNN, at minst 25.000 fólk eru rýmd undan tí faboðaða ódnarveðrinum. Tað eru ikki bara fastbúgvandi, sum flýggja. Key West er væl umtókt frítíðarstað, og nógv ferðafólk hava eisini valt at taka til rýmingar, sigur CNN.

 

Veðurstovnurin í Florida sigur seg vænta gloprarregn við vatnflóð, og tað er eisini vandi fyri meldurhvirlum.