Tey fingu sín vilja

Nú er semja um mannagongdina í sambandi við at tríggir stjórar skulu setast á sjúkrahúsunum

Nú er semja gjørd ímillum Heilsumálaráðið og fakfeløgini um, hvussu mannagongdin skal vera, tá ið nýggjur stjóri skal setast fyri sjúkrahúsverkið, og nýggir stjórar skulu setast fyri Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús. Tað boðar Heilsumálaráðið frá í dag.

Fyri góðari viku síðani sendu 11 fakfeløg Heilsumálaráðnum mótmæli móti mátanum, setanarbólkurin, sum skal viðgera umsóknirnar, er samansettur upp á.

Tey siga, at tað er brot á sáttmálar, og á almenna setanarpolitikkin, at ongi umboð fyri starvsfólkini á sjúkrahúsunum, er við setanarbólkinum.

 

Les eisini: Vilja hava at alt verður viðgjørt av nýggjum

 

– Eftir samrøður ímillum partarnar er semja nú gjørt um, at setanarnevndin verður víðkað við umboðum fyri starvsfólkini, sigur Heilsumálaráðið.

Tað merkir, at nú fáa nýggju limirnir í starvsnevndini eisini høvi til at viðgera umsóknirnar og øll skjøl í hesum sambandi, so at tey kunnu vera við í tilmælinum til landsstýriskvinnuna um, hvør skal verða forstjóri í sjúkrahúsverkinum, og hvør skal setast í størvini sum stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Forstjórin í sjúkrahúsverkinum er eisini stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Aðalstjórin í heilsuverkinum sigur, at hon harmast um, at starvsfólkini ikki hava havt umboð í setanarnevndini, og hon vísir á, at framyvir fara umboð fyri starvsfólkini at vera við í setanarnevndunum, tá ið Heilsumálaráðið fer at seta størv í sjúkrahúsverkinum.