So kom jólagávan til allar 07 Vestur-fjepparar: Ársins ungdómsvenjari, Jens Erik Rasmussen, hevur júst undiskrivað nýggjan sáttmála, so vælumtókti miðvingurin heldur fram sum venjari upp á fulla tíð komandi trý árini.
- Eftir at hava virkað sum venjari á ymiskum aldursbólkum í nøkur ár, tók Jens Erik Rasmussen við sum venjari upp á fulla tíð í vár. Síðan hevur hann vant ávís lið og eisini hjálpt hinum venjarunum í felagnum.
Tað skrivar 07 Vestur á sínari heimasíðu í dag. Lagt verður aftrat, at meðan Jens Erik hevur hjálpt felagnum, hevur 07 Vestur kunna víðkað um tilboðini.
- Eitt nú var fótbóltsvenjing fleiri ferðir um vikuna fyri øllum aldursbólkum alt summarið, tá vit vanliga hava havt longri steðg. Eisini, síðan kappingarnar endaðu í heyst, hevur verið vant fleiri ferð um vikuna, bæði fyri og eftir skúlatíð.
Í 07 Vestur vísa tey, at arbeiðið hevur gingið sera væl, og undirtøkan í ungdómsdeildini hevur ongantíð verið størri enn í ár.
- Í summum aldursbólkum í onkrum av bygdunum er luttøkan nærum 100 prosent, og, sambært hagtølunum hjá FSF er 07 Vestur tað felag í landinum, sum hevur stórst undirtøku í mun til fólkatalið.
At enda verður lagt aftrat, at barna- og ungdómsarbeiðið í 07 Vestur hevur ein týðandi leiklut í trivnaðinum í oynni og viðvirkar í fyribyrgjandi arbeiðnum, sum skúlar, kommunur og onnur gera.