Tey fara at rudda í eina viku

Hvannasunds kommuna er við í átakinum, Rudda Føroyar, sum er partur av altjóða átaki.

 

- Vit høvdu okkara árliga ruddingardag í mai, men vit vilja eisini stuðla teimum borgarum, sum ynskja at luttaka í átakinum, Rudda Føroyar.

Tað siga tey í Hvannasunds kommunu í dag.

Tey vísa á, at Føroyar í ár eru við á altjóða ruddingardegnum á triðja sinni, og hóast endamálið er hitt sama - at fáa einar ruskleysar Føroyar - verður átakið skipað nakað øðrvísi hesa ferð.

- Nú verður ikki bara rudda í ein dag, men í eina viku - frá 12.-19. september. Orsakað av koronu, rudda vit saman - men hvør sær. 

Í Hvannasunds kommunu vísa tey á, at tiltakið er soleiðis skipað, at -

* Tú ruddar í ein ella fleiri av døgunum, 2) Tú vigar ruskið ella metir um vektina

* Tú skrásetir nøgdina av burturkasti á ruddaforoyar.fo

* Tey, sum ynskja at rudda, kunnu heinta rusksekkir á kommunuskrivstovuni í Hvannasundi mánadag, mikudag og hósdag millum klokkan 10 og 14.

- Rusksekkirnir kunnu síðan latast á ruskplássið mikukvøld millum klokkan 19 og 21 og leygardag millum klokkan 13 og 15, siga tey í Hvannasunds kommunu.