Tey fátæku skulu hava frið at roykja

Bretski heilsumálaráðharrin heldur, at tey fátæku hava so lítið at gleðast um. Tí eiga tey at fáa frið at roykja

-Hvat hevur ein 21 ára gomul einsamøll mamma við trimum børnum, sum býr í einum fátækrabýlingi, at gleðast um? Stundum er sigarettin tað einasta, sum kann gleða hana, sigur Peter Reid, sum er heilsumálaráðharri í Bretlandi.

Bretskir roykjarar fegnast um orð hansara, men í teirri politisku andstøðuni er Reid fyri hvøssum atfinningum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ráðharrin hevur elvt til kjak um royking. Hann hevur eina ferð sagt, at royking er ikki tann størsti trupulleikin í teimum fátæku býarpørtunum, men at tað er meðalstættin í Bretlandi, sum ger roykingina til tann størsta trupulleikan.

Heilsutalsmaðurin hjá teimum konservativu, Andrew Langsley, sigur við BBC, at tað er vónleyst at fylgja við, hvat stjórnin heldur um royking. Samstundis sum stjórnin stuðlar felagsskapum, sum stríðast ímóti royking, heldur ráðharrin í heilsumálum tað vera gott, at summi roykja, sigur hann.