Tað er seliga hugaligt at staðfesta, at fólk taka tað gamla til sín, virka tað víðari og fáa heilt nýggjar vørur burturúr, sigur Randi Vang, sum er ein teira, sum varðar av framsýningini Gluggaglæma, sum verður hildin í Müllers Pakkhúsi
?Vit hava ofta fyrr sæð, at tað serliga eru hesar ungu konurnar, sum gera klæði, ið tær geva nýtt snið. Taka støði í gomlum pløggum og útvikla tey so til nakað heilt nýtt, ið vit kortini veruliga kennast við, sigur Randi Vang. Men tað, sum er serliga hugaligt nú, er, at nú eru ungir menn eisini farnir at vísa seg í so máta. Teir taka gomul handverk upp aftur og byggja víðari á tey.
Randi Vagn heldur tað vera sera týdningarmikið við slíkum framsýningum. Tað byrjaði i síni tíð við Hondum og Hugflogi í ítróttarhøllini. Men tann framsýningin datt av ymsum orsøkum niðurfyri. Nú hava so einstaklingar, sum hava tilknýti til Heimavirkisfelagið, tikið stig til hesa framsýningina, sum verður hildin undir heilt øðrum umstøðum.
?Støðið er hækkandi, staðfestir Randi Vang. Tað tykist, sum fólk leggur meira í tað, sum kemur fram. Tað verður ivaleyst brúkt meira tíð upp á tað. Ikki tí at tað loysir seg fíggjarliga, heldur hon. Men tað tykist, sum fólk kortini hava hug at hanga í. Tað man vera gleðin um tað, tey skapa, sum ger, at tey halda á, sigur hon.
Tað er hugaligt, heldur hon, at kunna staðfesta, at fólk veruliga trúgva uppá, at tað finst gamalt, sum hevur eina framtíð fyri sær, tá arbeitt verður við tí, so tað alla tíðina er tíðarhóskandi.
Um framsýningina sjálva sigur Randi Vagn, at enn vita tey ikki, um hetta tiltakið er komið fyri at verða, men at tey sjálvandi vóna tað. Hendan fyrsta framsýningin varð ætlað at standa uppi einar átta dagar, og verður hon opin leygardagin og sunnudagin afturat. Leygardagin frá klokkan 10.00 til 22.00, og sunnudagin frá klokkan 14.00 til 20.00.
Í grundini er ikki talan um nakra framsýning uttan eina sonevnda »Workshop«, har luttakararnir alla tíðina eru til staðar og sýna fólki, hvussu arbeitt verður.
Ymiskt er, hvussu leingi hvør luttakari er við í tiltakinum. Onkur er ein dag, summmi tveir og onkur annar er fleiri dagar. Men tað skiftir alla tíðina.
Eitt, sum Randi Vang fegnast um, er, at ein ungur maður er við á sýningini við bátasmíði. Hetta gamla handverkið, sum fleiri hava óttast fyri skuldi fara at detta burtur. Men nú er líkt til, at tað er við at koma seg aftur. Onkur smíðar kappróðrarbártar, og í Gluggalæmuni síggja vit ungan mann úr Kollafirði, sum beinleiðis hevur lagt seg eftir at smíða føroyskar bátar. Hann hevur verið í læru hjá gomlum bátasmiði, og tað er avgjrt at fegnast um, heldur Randi Vang.
Tórshavnar Kommuna hevur við vælvild stuðlað tiltakinum við at leggja høli til, og Vinnuframagrunnurin hevur eisini stuðlað við eini peningaupphædd.