Tey f_ra málini eru nokk munurin

Í seinna InterToto Cup-dystinum hjá NSÍ móti Esbjerg fB megna_i NSÍ ikki ta_ sama sum í fyrra dystinum. Donsku bronsuvinnararnir vunnu ein tryggan 4-0 sigur, i_ helst eisini er munurin á føroyskum og donskum fótbólti.

Líti_ man vera at ivast í, at runavíkingar royndu sítt besta á Svangaskar_i leygardagin. Í øllum førum gjørdu teir ein vørr at byrja vi_ í hvørjum hálvleiki móti Esbjerg fB, men ta_ rakk so ikki eins langt og ta_ gjørdi ni_ri í Esbjerg.
Fyrra dystin tapti NSÍ eftir eitt gott avrik 3-1, men nú spælt var_ á heimavølli, enda_i ta_ vi_ 4-0 tapi. Esbjerg fB syrgdi fyri tveimum málum í hvørjum hálvleiki, og so var atgongumerki_ greitt til anna_ umfar í InterToto Cup-kappingini, har franska Nice er mótstø_uli_i_.
Sum sagt, so gjørdi NSÍ mest um seg fyrstu løtuna í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna í seinna hálvleiki. Men yvirmaktin var nokk ov stór, tí ikki megna_u runavíkingar á heimavølli at umseta kjansirnar til mál.
Serliga allarfyrst í dystinum leg_i NSÍ væl út, og beinanvegin var ein møguleiki. Ian Højgaard fann Jónstein Petersen frammi í vinstru sí_u, har hann setti tveir verjuleikarar av, á_renn hann sendi innfyri. Har stó_ Súni Frí_i Barbá, men skunda_i sær so nógv at avslutta, at bólturin var_ skotin væl vi_ sí_una av málinum.
Einar tvær fer_ir aftrat var NSÍ framvi_, men ta_ gjørdist ikki meira enn til hálvar kjansir hesa fyrstu løtuna, á_renn Esbjerg fB hev_i fingi_ fótin fyri seg í nógva vindinum á Svangaskar_i leygardagin. Í fyrra hálvleiki hev_i Esbjerg fB vindin undan.

Gjørdu skjótt av
Tá so donsku bronsuvinnararnir rakna_u vi_, gjørdu teir eisini skjótt av. 25 minuttir vóru farnir, tá ta_ eydna_ist li_formanninum, Jess Thorup, at finna Jan Kristiansen, i_ fekk sent bóltin í máli_, og bara hálvanannan minutt seinni var ta_ Anders Egholm, i_ eftir hornaspark fekk pláss og stundir at venda sær á og skjóta - so var 2-0.
Undan hesum høvdu tekin veri_ um, at gestirnir mundu fara at fáa okkurt mál, tí beint frammanundan hev_i Hans H. Andreasen sent beint fram vi_ afturu stong og Jess Thorup skoti_ á stongina.
Nú málini so vóru komin, fekk Esbjerg fB sett spæli_ hjá sær upp í fer_, og ofta var trupult hjá NSÍ-arunum at fylgja vi_. Tó spurdust ikki so øgiliga nógvir málmøguleikar burtur úr danska spælinum.
Í seinna hálvleiki leg_i NSÍ aftur bragdliga fyri, og aftur var ta_ Súni Frí_i Barbá, i_ fekk størsta kjansin. Sjúr_ur Jacobsen sendi hornaspark innfyri úr høgru sí_u, og vi_ aftaru stong setti Súni Frí_i høvdi_ á, men á stongina og út.
Sum dystinum lei_, setti Esbjerg fB seg meira og meira á hann, men kortini fekk Jens Martin Knudsen aftur hesa fer_ pilka_ svenska framherjan, Fredrik Berglund, ni_ur. Heilar tríggjar fer_ir slapp Berglund leysur, men hvørja fer_ fekk Jens Martin blokera_, so einki kom burturúr.
Hinvegin fekk topphúgvuma_urin einki gjørt, tá Esbjerg fB aftur innan fyri lítla løtu í seinna hálvleiki sendi bóltin í máli_ tvær fer_ir aftrat. Fyrst skora_i Jakob Poulsen til 3-0 vi_ einum fløtum skoti í 69. minutti, og bara f_ra minuttir seinni var_ Jan Kristiansen fríspældur av Fredrik Berglund og kundi økja til 4-0.

Tankarnir a_rasta_ni
Sjálvt um Esbjerg fB hev_i fult tamarhald á sí_sta hálva tímanum av dystinum, royndi NSÍ av og á at sleppa longur fram á vøllin, og í tri_sí_sta minutti mundi ta_ eisini givi_ úrslit. Ein misskiljing í verjuni hjá Esbjerg fB gjørdi, at Jónstein Petersen vi_ sínum skjótleika vann kapprenning vi_ málverjan, Lars Winde, men mátti síggja bóltin bresta í yvirliggjaran_
Donsku gestirnir tóktust yvirhøvur væl nøgdir vi_ úrtøkuna, men hinvegin gjørdi NSÍ sí_stu 15-20 minuttirnar nakrar útskiftingar, i_ kundu bent á ta_ bor_i_, at onkrir av leikarunum vór_u spardir til oddadystin móti HB í anna_kvøld, i_ man hava heldur størri t_dning fyri felagi_ enn at renna eftir einum ógvuliga lítlum møguleika fyri ví_ari InterToto Cup-luttøku.
Jústinus R. Hansen avloysti Gert Langgaard á mi_vøllinum og Andy Olsen fór í álopi_ fyri Helga L. Petersen. Hinvegin var eitt nú Aleksandar Jovevic als ikki brúktur leygardagin.
Europeisku royndirnar hjá NSÍ eru nú tvífalda_ar, og samla_a úrsliti_ var eitt vet betri enn í fjør. Í dystinum leygardagin fekk NSÍ í løtum givi_ donsku bronsuvinnarunum gó_a mótstø_u, men megna_i kortini ikki at verja seg ímóti at tapa. Hinvegin eru f_ra mál óiva_ eisini á lei_ ta_, i_ kann væntast at vera munurin á føroyskum og donskum fótbólti.



InterToto Cup
Leygardagin 26. juni 2004 á Svangaskar_i
NSÍ-Esbjerg fB 0-4 (0-2)
0-1: Jan Kristiansen, 25.
0-2: Anders Egholm, 27.
0-3: Jakob Poulsen, 69.
0-4: Jan Kristiansen, 73.
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Sjúr_ur Jacobsen (Áki L. Hansen, 71.) - Gert Langgaard (Jústinus R. Hansen, 68.), Ian Højgaard, Kári Hansen - Helgi L. Petersen (Andy Olsen, 71.), Súni Frí_i Barbá, Jónstein Petersen
Gul kort: Ian Højgaard, 14. og Óli Hansen, 56.
Esbjerg: Lars Winde - Jerry Lucena, Kjetil Pedersen, Anders Egholm, Martin Jensen (Tommy Løvenkrands, 66.) - Søren Barslund (Lasse Kryger, 68.), Hans Henrik Andreasen, Jakob Poulsen - Jan Kristiansen, Fredrik Berglund (Jesper Jørgensen, 83.), Jess Thorup
Gult kort: Kjetil Pedersen, 32.
Ásko_arar: 500