Tá Jan Walle í apríl mánaði setti seg í stjórastólin hjá Smyril-Line, setti hann sjálvur fýra mál, sum skuldu røkkast, áðrenn ein umskipan var so toluliga væl gjøgnumførd. Ein umskipan, sum hevði til endamáls at halda Norrønu á føroyskum hondum.
Málini, sum nú fyrrverandi stjórin setti, vóru hesi:
Styrkja um kapitalgrundarlagið.
Skapa eitt breiðari fundamrnt undir inntøkunum.
Gera strategiskar samstarvsavtalur á farma- og ferðafólkaøkinum.
Umleggja lánini til longri áramál.