Flutningur
Kølifarmaskipið Silver Fjord, sum hevur siglt við fiski millum Føroyar og Skotland í hálvt annað ár, fær nú alt fleiri vørur heimaftur við úr Skotlandi.
Felagið Fresh Link, sum rekur farleiðina, sigur, at talan eitt nú er um fruktir og grønmetisvørur, men felagið siglir eisini heimaftur við kassum og embalasju, sum fiskurin er í, tá hann fer úr Føroyum.
Aðrar vørur, sum Silver Fjord flytir heim til Føroya úr Skotlandi, er byggitilfar, bilar, billutir, ljóðføri og flísar til álegging.
Hongur saman
Tað var hin 7. juli í 2008, at fyrsti túrur varð sigldur av Toftum til Scrabster í Skotlandi, og soleiðis hevur rutan nú hálvt annað ár á baki.
Tá Fresh Link hevði verið virkið í eitt ár, vístu roknskapartølini, at farleiðin hongur saman fíggjarliga, og felagið kundi tá vísa á eitt avlop í rakstrinum.
Felagið hevur skrivstovu á Toftum, haðani Silver Fjord siglir ávikavist til Scrabster fríggjadag og til Aberdeen mánadag.
Tey, ið standa aftanfyri felagið, lata væl at gongdini, og tað er ikki minni áhugavert, at flutningurin heim til Føroya úr Skotlandi veksur.
Stjórin í Fresh Link er Ingun Olsen, og Andreas F. Hansen er nevndarformaður.