Tey eta seg frísk

Í vetur hevur Olga Hentze, heilsukostráðgevi, hildið skeið í Runavíkar Skúla um heilsugóða føði. Fríggjakvøldið endaði skeiðið við hugnaløtu, har skeiðluttakararnir høvdu boðið vinum og familju at royna annarleiðis, men sera vælsmakkandi matin, tey høvdu gjørt til

 
 
- Kostráðgeving ella terapi er rættiliga nýtt, og serstakliga í Føroyum verður ikki hildið so nógv um slíkar viðgerðarhættir.
Men, sum við næstan øllum, so nýtist eisini hesum tíð at vaksa og mennast, sigur Olga Hentze, sum í vetur hevur undirvíst í kosti og náttúruheilivági í Runavíkar skúla.
Olga Hentze er fødd í Ukraine. Síðani hon var blaðung, hevur hon havt áhuga í náttúruviðgerðarhættum.
               Í eini 8 ár hevur hon lisið náttúrurviðgerðahættir. Umframt hevur hon tikið fleiri skeið, bæði í Ukraine og Onglandi í eitt nú alternativum heilivági. Høvuðsútbúgving hennara liggur innafyri yoga viðgerðahættir.
- Eg havi ikki undirvíst í yoga her heima, tí fólk eru eitt sindur ivingarsom, og eru bangin fyri, at tað er eitthvørt okkult við yoga. Men tað er avgjørt einki okkult við yoga í sjálvum sær, sigur Olga.
               Fyri einum hálvum ári síðani byrjaði hon uppá ein 5 ára langan lesnað í kinesisum medisini hjá dr. Michael Tierra.
                Eina tíð búði hon í Vestur Afrika, har hon hevði egna læknastovu, men í 2001 flutti hon til Føroya við familju sínari.
               Í løtuni býr hon á Toftum, har hon hevur egna fyritøku sum heilsu- og kostráðgevi.
                Á skeiðnum hevur hon undirvíst í náttúruviðgerð. Umframt ymisk sløg av massagu og urtaviðgerð, hava skeiðluttakararnir lært um kost, íðkan, avslapping, rættan andadrátt, og hvussu tú kanst hava tamarhald á kenslunum.
               Hvør einstøk planta hevur sítt egna árin á kroppin. Um tú ynskir at fara aftur í vekt, er ikki nóg mikið bert at eta meira fruktir og grønmeti. Tú mást eta grønmeti, ið hóskar til tín. Annars er vandi fyri, at stoffskifti gerst ov lágt, og orkan minkar.
               Olga sigur, at vit við røttum kosti kunnu vit hjálpa nógv til sjálvi fyri at hava góða heilsu.