– Vit eru spent upp á at sleppa ígongd – og vit eru klár. Tað segði Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, á borgarafundinum í Salt á Drelnesi í gjár um Hvalbiartunnilin.
Articon hevði lægsta tilboðið upp á at gera nýggja Hvalbiartunnilin, og seinastu tíðina hava Landsverk og Articon samráðst um smálutirnar í verkætlanini. Og nú er tað komið so langt, at tað er at kalla klárt at skriva undir sáttmálan um arbeiðið.
Jón Sigurdsson sigur, at nýggi Hvalbiartunnilin líkist ikki sørt Viðareiðistunlinum, sum tey í Articon eisini gjørdu, so hann heldur, at tey eru væl fyri at fara undir eitt arbeiðið sum Hvalbiartunnilin er.
Samstundis hava tey í Articon eisini lagt eina tíðarætlan fyri arbeiðnum og eftir hesi ætlanini verður tunnilin liðugur at taka í brúk um sløk trý ár, ella í januar í 2022. Hann sigur, at verður sáttmálin skrivaður undir nú, fara hesir fyrstu mánaðirnir til at fyrireika arbeiðsplássini, at fáa útgerð, amboð, streym, leiðingar, skúrar, og annað upp á pláss í dalinum í Hvalba, og somuleiðis skal sjálvur tunnilsmunnin gerast.
Hvalbiartunnilin er so stuttur, hann er 2,5 kilometur, so tað verður bara borað øðrumegin frá, tí tað loysir seg ikki at bora báðu megin frá. Í hesum føri verður borað úr Hvalba ímóti Trongisvági og tað er tí, at tunnilin hellur ímóti Hvalba, soleiðis at vatnið í tunlinum rennur. Tað er bara í sjálvum munnanum í Trongisvági, at tunnilin at hallið er ímóti Trongisvági.
Fyrireikingarnar, og arbeiðið eru inni í dalinum, so tað fer at kalla ikki at nerva gerandisdagin hjá Hvalbingum, uttan tað fyrstu tíðina, tá ið amboð og útgerð skulu koyrast til tunnilsmunnan.
Jón Sigurdsson sigur, at endamálið er at fara undir at bora í september, ella kanska í august, tí tað hevur stóran týdning at fáa gongd á boringina áðrenn næsta vetur. Hann væntar, at sprongt er ígjøgnum í februar í 2021, og so skulu vegirnir gerast, ljós og onnur teknisk útgerð, skal setast upp, og endamálið er at handa tunnilin í januar í 2022, sigur stjórin í Articon.
Men fortreytin fyri hesum er, at sáttmálin verður gjørdur í næstu framtíð. Samstundis vísir stjórin í Articon á, at tá ið Viðareiðistunnilin varð gjørdur, gekk arbeiðið nógv skjótari enn upprunaliga ætlað, og hann vónar, at tað fer at ganga líka væl at gera Hvalbiartunnilin.
Les eisini: Stúra fyri at hvalbingar missa alt










