Tey eru púra forfard av samgonguni

Hetta fer at forða fyri allari framgongd

Nú er føroyska filmsvinnan í vanda. Tað staðfesta tey í Felagnum Føroysk Filmsfólk.

Nú Løgtingið leggur síðstu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, er tað greitt, at samgongan ætlar at skerja játtanina til film 400.000 krónur.

Frammanundan er játtanin 2,7 milliónir krónur, so talan er um ein trivaligan niðurskurð.

– Hetta er eitt bakkast við lít, og forðar allari framgongd, siga føroysk filmsfólk.

Tey siga, at tey eru forfard av ætlanini, tí avleiðingin er, at vandi er fyri at  stórar filmsverkætlanir fara fyri skeyti, og nýggjar verkætlanir kunnu fara fyri skeyti.

– Hetta ávirkar eisini aðrar vinnur, tí brúk er fyri hópin av fólki úr óteljandi fakbólkum, til at gera eitt filmsverk, sigur felagið.

 – Okkara filmsvinna er ung, og krevur tryggar karmar at arbeiða undir. Tað tekur fleiri ár at gera ein spælifilm, og við eini óvissu ár undan ári um játtanarkarmar, ber illa til at tosa um eina filmsvinnu í Føroyum, siga tey.

Tey halda, at hetta samstundis er ein boðskapur til ungfólk um, at halda seg burtur frá hesi skapandi vinnugreinini.

– Tí er alneyðugt er at halda fast um verandi kós, og hækka játtanina 500.000 krónur um árið, soleiðis um upprunaliga ætlanin var.

– Vit heita tí á Fíggjarnevdina um at endurskoða avgerðina, og síggja tær álvarsligu avleiðingarnar av hesum niðurskurði, sigur Felagið Føroysk Filmsfólk.

– Vit heita á Føroya Løgting um at taka undir við uppskotinum um at hækka játtanina, og tryggja filmsvinnuni arbeiðsumstøður til at skapa okkara egnu søgur á filmi, leggja tey afturat.

Ætlanin er, at Løgtingið skal avgreiða fíggjarlógina í hesi vikuni. Tá ið Løgtingið umrøddi hana í gjár, vóru tað eisini nøkur løgtingsfólk, sum høvdu hetta á munni og tosað varð eisini um at broyta hetta aftur, áðrenn fíggjarlógin verður endaliga samtykt.