Tey eru drúgv og trúgv í Sarpugerði

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali, og allir vórðu afturvaldir, tá ið Víkingur í kvøld hevði aðalfund

Víkingur hevði mánakvøldið aðalfund. Felagið skrivar soleiðis:

Mánakvøldið 3. februar var árligi aðalfundurin hjá Víkingi. Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð.

Svenn Olsen varð valdur til fundarstjóra og Jacob Meinhard Sólbjørg til skrivara.

Skráin til fundin var sambært viðtøkum felagsins.
Formaðurin Brandur Jacobsen greiddi frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga. Roknskapurin var lagdur fram og góðkendur.
Tríggir nevndarlimur stóðu fyri vali. Hanna E. Olsen, Ólavur Thomsen og Jákup Poulsen, og øll stillaðu uppaftur og vóru afturvald.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:

Brandur Jacobsen, formaður
Ólavur Thomsen, næstformaður
Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
Hanna E. Olsen, nevndarlimur
Jeffri Olsen, nevndarlimur
Jákup Poulsen, nevndarlimur

Vit gleða okkum til kappingarárið 2020!