Tey ensku eru enn ósigrað

Liverpool vann í kvøld sín fyrsta sigur í Champions League, meðan Tottenham fekk óvæntaðan javnleik á útivølli móti Real Madrid

Fleiri dystir hava verið spældir í Champions League kappingini í kvøld.

 

Á pappírinum var dysturin á Bernabeu leikvøllinum millum Real Madrid og Tottenham tann mest spennandi. Serliga tí at Tottenham seinastu árini av álvara er farið at vísa seg sum eitt oddalið, meðan Real Madrid eru verandi Champions League vinnarar seinastu tvey kappingarárini.

 

Hóast væntað var við jøvnum dysti, var Real Madrid allíkavæl ein rímiliga greiður favorittur undan dystinum. Men óvæntað eydnaðist tað Tottenham at fáa stig við sær úr Madrid. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, sum eisini var hálvleiksstøðan.

 

Tottenham legði seg fyrst á odda 1-0, tá Harry Kane við hjálp frá Real Madrid verjuleikaranum, Raphael Varane, beindi bóltin í netið. Men beint fyri hálvleik eydnaðist tað Real Madrid at javna, tá Cristiano Ronaldo umsetti brotsspark til mál.

 

Av øðrum dystum var tað serliga í bólki E, at nógv mál vóru skotin. Har vann Liverpool 7-0 stórsigur á útivølli móti slovenska Maribor, meðan Spartak Moskva vann heili 5-1 á heimavølli móti Sevilla. Í øllum hinum bólkunum, var talan um meira javnar uppgerðir.

 

Úrslitini í kvøld bera við sær, at ensku liðini halda fram við at fáa góð úrslit í Champions League hetta kappingarárið. Enskur fótbóltur hevur annars verið fyri stórum atfinningum seinastu árini í Champions League kappingini, tí at úrslitini hjá feløgunum hava verið ov vánalig, men higartil í ár má staðfestast, at einki enskt lið enn hevur tapt í kappingini.

 

 

Úrslitini í Champions League í kvøld:

Bólkur E:

Maribor – Liverpool 0-7

Spartak Moskva – Sevilla 5-1

 

Bólkur D:

Feyenoord – Shaktar Donetsk 1-2

Manchester City – Napoli 2-1

 

Bólkur G:

Monaco – Besiktas 1-2

RB Leipzig – FC Porto 3-2

 

Bólkur H:

Apoel Nicosia – Dortmund 1-1

Real Madrid – Tottenham 1-1