Tey elska Krás

Russarin, Vladimir Moroscow og Kornelia Buha úr Serbia dáma sera væl á Krás. Tey stórtrívast og fegnast um tað góða arbeiðspláss, sum matvøruvirkið í Hósvík er

Krás

 

Av teimum tilsamans 13 fólkunum, sum eru á lønarlista hjá matvøruvirkinum Krás í Hósvík, eru fýra fólk við útlendskum uppruna. Umframt russaran, Vladimir Moroscow og serbisku Korneliu Buha, arbeiða tvær kvinnur við thailendskum upppruna eisini á virkinum.

Øll skilja og duga rímiliga væl – og væl – føroyskt.

32 ára gamli Vladimir kom til Føroya í sínari tíð, tá mamma hansara giftist føroyingi. Í dag býr hann saman við russisku konu síni og barni í Leirvík, har tey eiga hús.

Vladimir tosar sera væl føroyskt, og tú hoyrir neyvan, at hann er russi við uppruna í Arkangelsk.

- Mær dámar sera væl á Krás, og mær dámar sera væl í Føroyum. Her er friðarligt og gott at búgva. Eg vænti ikki, at vit flyta aftur til Ruslands, sigur hann.

Tað er ikki av tilvild, at Vladimir hevur starvast hjá P/F Poul Hansen í sammfull átta og hálvt ár, og í fyritøkuni bera tey honum alt gott.

- Vladimir er sera dugnaligur og góður samstarvsfelagi, siga tey, sum kenna unga og fryntliga mannin.

 

Kornelia trívist

Tá Sosialurin vitjaði á Krás í Hósvík í gjár, hittu vit eisini 36 ára gomlu og fryntligu Korneliu Buha úr Serbiu.

Hon er gift serba. Tey búgva í Havn og eiga tvey børn, 4 og 14 ára gomul, sum bæði tosa føroyskt.

- Eg havi verið í Føroyum í tilsamans fýra ár og havi arbeitt hjá Krás í tvey ár. Mær dámar sera væl á virkinum.

Kornelia kom til Føroya við turistvisa, og tað skuldu ganga samfull tvey ár, áðrenn hon kundi fáa arbeiðsloyvi í Føroyum.

- Eg skilji hampiliga væl føroyskt, men ikki alt, sigur hon lítillátin.

Hon stórtrívist á Krás og hennara samstarvsfelagar bera henni alt tað besta.

- Kornelia er serstakliga fitt; hon er arbeiðssom og sera dugnalig, siga tey, sum kenna sjarmerandi serbisku kvinnuna.

Kornelia Buha sigur, at hon og familjan hugsa um at flyta aftur til Serbia at búgva næsta summar, og sum skilst á henni, er tað serliga 14 ára gamli sonurin, sum leingist eftir familjuni í heimlandinum.

- Stóð tað til mín, trúgvi eg, at eg hevði verið verandi í Føroyum, men nú er støðan betri í Serbia, enn hon var, tá vit fluttu burtur, sigur hon við eitt sindur av sorgblídni.