Tey eldru á val til Eldraráðið

Eftir at hava arbeitt við ætlanini í eina tíð er nú greitt, at Eldraráðið í Havn skal mannast. Atkvøðugreiðslan endar seinast í november mánaði.

Havn: Í næstum fer eitt heldur øðrvísi val at fara fram í Havnini.
Veljast skal eitt serstakt Eldraráð við fimm limum, sum allir borgarar í Havnini omanfyri 60 ár skulu atkvøða um.
Valið verður skipað við brævatkvøðum, sum skulu verða kommununi í hendi innan 29. november.
Tá er ætlanin at allar atkvøðurnar skulu teljast upp í Snarskivuni henda dagin. Og síðani verður kunngjørt, hvørji teir fyrstu limirnir í hesum ráðnum verða.
Tað verður sosiala nevndin hjá býráðnum sum skipar fyri hesum valinum, bæði hvat viðvíkur uppteljingini og við sjálvum valinum.

Ráðgevarar
Endamálið við hesum eldraráðnum er at ráðgeva býráðnum í øllum málum sum hava við tey eldru at gera.
Ráðið skal eisini koma við hugskotum og annars virka fyri, at vitan og royndir hjá teimum gomlu verða virðismett og gagnnýtt.
Eldraráðið kann tí eisini úttala seg um eitthvørt evni, sum hevur áhuga hjá teimum gomlu, og her koma við hugskotum og uppskotum.
Somuleiðis verður gjørligt at seta spurningar til býráðið um eldrapolitikkin og í sambandi við fíggjarætlanina.
Annars verur skipað fyri serstakari ráðstevnu fyri tey eldru í Norðurlandahúsinum hósdagin 6. oktober.
Her verða viðurskifti hjá teimum eldru her og í øðrum londum lýst, - m.a. eisini tá talan er um tey serstøku Eldraráðini.