Tey eldru í Klaksvík skulu ikki bíða

 Vit í minnilutanum eru als ikki samd við meirilutanum í Klaksvíkar býráð um, at kommunan ikki skal gera íløgu á røktarheimsøkinum nógvu komandi árini, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hon fer at virka fyri, at so verður kortini

Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur í Klaksvík




Steinbjørn Jacobsen, borgmeistari í Klaksvík, greiður frá í fjølmiðlunum, at hóast stóran tørv á røktarheimsplássum, so fer Klaksvíkar Kommuna ikki at søkja landið um stuðul til at byggja røktarheim, tí kommunan fer onga íløgu at gera á hesum øki tey nógvu komandi árini.
Hesum eru vit í minnilutanum als ikki samd í, og tí legði undirritaða uppskot fyri sosialu nevnd um, at Klaksvíkar Kommuna skal søkja stuðul til røktarheimsbygging sambært tørvinum á eldrarøkt í Klaksvík, og var hetta uppskot samtykt í sosialu nevnd.
Bíðilistin til røktarpláss í Klaksvík er umleið 89 fólk, harav 10-15 eru akutt. Skulu vit loysa tørvin í Klaksvík á ein virðiligan hátt, so eiga vit at niðurleggja Sambýlið í Bøgøtu, ið hevur 10 pláss, og vit eiga eisini at »niðurleggja« tey búpláss á Røktarheiminum, har tvey búfólk búgva saman, hetta hoyrir ikki heima í 2006.
Sambært fakfólkum á økinum, so vil eitt røktarheim við 34 plássum nøkta tørvin her norði langt fram í tíðina, og tá er afturlating av sambýlinum í Bøgøtu og dupultplássini á røktarheiminum íroknað. Tíðin er ikki til at velja bíligar loysnir, so sum sambýli, tí røktartørvurin er av slíkum slag, at sambýli ikki er egnað til endamálið. Fáa vit eitt røktarheim til 34 brúkarar, so skuldi røkst fyri, at Sambýlið undir Heygnum kom at virka eftir endamálinum, sum eitt veruligt sambýli.
Klaksvíkar Kommuna hevur og fer at gera stórar íløgur komandi árini, men at taka tey eldru burturúr og siga, at tey mugu bíða, eri eg als ikki samd í. Hvar og nær vit gera íløgurnar er ein spurningur um fíggjarorku og raðfesting. At kommunan ikki kann fara undir røktarheimsbygging í 2006 - 2007 eri eg greið yvir. Tann einasta íløgan á sosiala økinum í dag er barnagarðurin í Traðargøtu, og tá hann er liðugur væntandi tíðliga í 2007, so eigur at vera pláss fyri minst einari íløgu innan hetta øki, og tað eigur at vera eitt røktarheim. Verður hetta ikki gjørt, so hevur meirilutin í Klaksvíkar Býráð, eftir mínum tykki, lagt alt sum eitur sosialpolitikk á hyllina.
Umsóknirnar sum í hesum døgum fara til landið um stuðul eru partur av eini trý ára ætlan, tað vil siga tær ganga heilt fram til 2009, og tí má Klaksvíkin vera við nú.
Verður henda ætlan veruleiki, so kann Klaksvíkin eisini vera millum fremstu kommunir í landinum, tá ið tað kemur til eldraøkið, og at so verður vil undirritaða leggja alla orku í at virka fyri.
HYPERLINK "http://heima.olivant.fo/~eydgunn/" heima.olivant.fo/~eydgunn/
eydgunn.samuelsen@skulin.fo