Tey eldru í Tórshavnar kommunu eru væl fyri

Ein nýggj Gallupkanning vísir, at aldursbólkurin millum 60 og 75 í Tórshavnar kommunu er tann, sum er best fyri bústaðarliga, sosialt, likam- og sálarliga. Tey eru eisini mest nøgd og á mongum økjum ein fyrimynd fyri aðrar aldursbólkar.

Ein nýggj Gallupkanning vísir, at aldursbólkurin millum 60 og 75 í Tórshavnar kommunu er tann, sum er best fyri bústaðarliga, sosialt, likam- og sálarliga. Tey eru eisini mest nøgd og á mongum økjum ein fyrimynd fyri aðrar aldursbólkar.

 

Lutfalsliga talið á teimum millum 60 og 75 veksur støðugt og harvið broytist fólkasamansetingin. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu setti sær fyri at kanna henda bólkin og kanna bústaðarviðurskifti, flytføri, heilsustøðu, matvanar, gerandisdagin og frítíðartilboð, umframt annan tørv.

 

Gallup stóð fyri kanningini, sum Laila Hentze legði fram á tíðindafundi á Boðanesheiminum í gjár.

 

Hesin bólkurin, sum serliga yngri politikkarar onkuntíð hava nevnt »eldrabyrðan«, er sambært kanningini alt annað. Tey eru sera væl fyri bústaðarliga og 88 prosent av teimum búgva í egnum sethúsum. 83 prosent av teimum hava egnan bil.

 

Tey meta sína heilsustøðu góða - meðaltalið í kanningini er 5,7 av 7 møguligum stigum. Kropsliga, sálarliga og sosialt eru tey eisini nøgd - 35 prosent eru sera væl nøgd við sína heilsu og skora 7 stig, meðan hini 65 prosentini liggja eitt sindur lægri. Tað tykist, sum at hoyvíkingar eru eitt vet betur nøgd enn onnur í kommununi!

 

65 prosent røra seg fleiri ferðir um vikuna. Tey flestu ganga, summi svimja og gera fimleik - heili 90 prosent røra seg eina ella fleiri ferðir um vikuna.

 

– Hetta er sera áhugavert, tí tað vísir, at hesi tilkomnu røra seg nógv meira enn Føroya fólk sum heild, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

 

Meira enn helmingurin etur frukt hvønn dag, tey elstu minni enn tey yngru. Tað stendur verri til við grønmeti, bara ein góður triðingur etir grønmeti hvønn dag. Men tey eta nógvan fisk og oftari fisk enn aðrir aldursbólkar, um sammettt verður við kanningar hjá Fólkaheilsuráðnum.

 

59 prosent av teimum spurdu ganga regluliga túrar á gøtunum í kommununi. Tey eru røsk at vitja Býarbókasavnið, Svimjihøllina, Tórsbreyt og at ganga til fimleik. Kvinnur eru raskari enn menn. Og tey sum ikki taka av mongu tilboðunum - tey gera tað, tí tey hava ikki stundir orsakað av arbeiði. Og summi halda seg vera ov ung.